Oljufeløgini í Føroyum eru skjót at broyta prísirnar, tá altjóða prísstøðið á brennievni hækkar, men ikki tá tað fellur. Tað er longu staðfest í frágreiðing hjá Kappingareftirlitinum í 2016, men nú eiga vit øll - borgarar og vinna í Føroyum - at vita, um oljufeløgini enn taka ov høgan prís, skrivar Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, í tíðindaskrivi.
Hann hevur sett landsstýrismanninum í umhvørvis og vinnumálum, Magnus Rasmusen, ein grein 52 fyrispurning, um júst oljuprísirnar.
Í løtuni eru oljuprísirnir hækkaðir nógv, og hóast tað vanliga er so, at oljufeløgini í Føroyum hava goymslur fyri lægri prís, so hækkar prísurin til føroyska samfelagið. Hetta hendir, so hvørt sum tað verður fráboðað, at altjóða oljuprísurin hækkar.
Tí er viðkomandi at spyrja, um tað er rímiligt, at oljufeløgini skulu sleppa at hækka prísin fyri eina vøru, sum kostaði munandi minni at keypa inn, heldur tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin.
Um oljufeløgini gera hetta, so kann tað tulkast sum, at tey vilja misnýta eina sperda støðu og vinna pening upp á neyðina hjá føroyska samfelagnum, borgarum og vinnu.
Aksel V. Johannesen spyr millum um landsstýrismaðurin fer at kanna, um oljufeløgini í Føroyum hava stórar goymslur fyri lægri prís, samstundis sum tey hækka prísin. Eisini spyr hann um landsstýrismaðurin kann upplýsa, um oljufeløgini hava størri avkast enn neyðugt og harvið áseta ein ov høgan prís til føroyskarar borgarar og vinnulív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald