Innanlands

Spennandi orkuframtíð í økinum millum Føroyar og Hetland

Olja og gass, vindorka og vetni í Norðsjónum fara at hava stóran týdning í framtíðini. Harvið eisini økið eystan fyri Føroyar.

Bæði Shell og Equinor við nýggja felagnum Adura ætla at raðfesta økið við føroyska markið. FOÌB, Føroya Orkuídnaðarbólkur hevði høvi at kunna tey um Føroyar og føroysku undirgrundina á altjóða orkuráðstevnuni í Aberdeen í hesi vikuni. Frá vinstru Simon Roddi, stjóri í Shell UK, Jan Müller, stjóri í FOÌB og Camilla Salte, stjóri í Equinor UK.

Bæði Shell og Equinor við nýggja felagnum Adura ætla at raðfesta økið við føroyska markið. FOÌB, Føroya Orkuídnaðarbólkur hevði høvi at kunna tey um Føroyar og føroysku undirgrundina á altjóða orkuráðstevnuni í Aberdeen í hesi vikuni. Frá vinstru Simon Roddi, stjóri í Shell UK, Jan Müller, stjóri í FOÌB og Camilla Salte, stjóri í Equinor UK.

2025-09-04 16:23 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast olja og gass hevur verið framleitt í Norðsjónum í meira enn fimti ár, og fleiri keldur eru tømdar, so rokna eygleiðarar og serfrøðingar  á Offshore Europe í Aberdeen í hesum døgum framvegis við, at Norðsjógvurin fer at hava ein týðandi leiklut í framtíðar orkuveitingini og vera ein hin fremsti framleiðarin av orku - fossilari eins og varandi - í mong mong ár aftrat. 

[object Object]Orka í breiðari merking varð evnið á stóru ráðstevnuni og framsýningini. Mynd Jan Müller

Hetta var ein av niðurstøðunum á ráðstevnuni, sum verður hildin alla hesa vikuna. Dentur verður lagdur á, at neyvan nakað stað í heiminum ber til at fáa so nógva orku av ymsum slag sum júst í Norðsjónum. Og hetta er nakað, sum eitt nú Bretland og Norra eiga at gera sær dælt av eins og Føroyar. 

Stórar olju- og gasskeldur standa til at skula útbyggjast, og nógv leitiloyvi eru latin, har ábendingar eru um at finnna kolvetni. Tá Norðsjógvurin verður nevndur, so fevnir hann í bretskari orkuterminologi eisini um Atlantsmótið, sum er økið millum Hetland og Føroyar. 

[object Object]Her í risastóru fundar- og messuhølunum uttanfyri Aberdeen verður altjóða oljumessan Offshore Europe hildin í hesi vikuni. Mynd Jan Müller

Offshore Europe, sum upprunaliga umboðaði olju- og gassvinnuna, er nú vorðin til eina breiðari orkumessu- og ráðstevnu. Høvuðsevnini vóru umframt olju og gass, eisini flótandi vindorka, vetni (Hydrogen), fangan, flutning og goymslu av CO2 (CCS) og niðurtøka av gomlum oljupallum (Decommissioning)

[object Object]Ein litrík løta á orkumessu. Meginfelagið hjá bretskari orkuvinnu, OEUK, Offshore Energies UK varð ein av høvuðsstigtakarunum til stóru orkumessuna í Aberdeen í vikuni. Her stjórin David Whitehouse saman við nøkrum av hansara starvsfólkum. Mynd Jan Müller


Í fleiri av framløgunum á ráðstevnuni  varð nettupp týdningurin av olju og gassi í økinum nær við Føroyar tikin fram, eitt nú av stjórunum í Shell og Ithaca Energy, ið eru feløgini, sum saman við Equinor og BP hava kjósað sær sum framtíðar kjarnu-orkuframleiðsluøki. Útbyggingar við føroyska markið hava stóran týdning fyri bretsku orkuframtiðina, nú 73% av orkuni, sum verða brúkt til upphiting í bretskum húsarhaldum, stava frá gassi. Og nettupp gass er ein av høvuðskeldunum í bretsku undirgrundini í økinum millum Hetland og Føroyar. 

Úr Føroyum luttekur FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur á tiltakinum, sum er eitt av teimum størstu av sínum slag í heiminum. Í gjár hitti stjórin í FOÍB, Jan Müller stjórarnar í oljufeløgunum Shell og Equinor, har hann var kunnaður um nýggja orkufelagið ADURA, sum skjótt verður mest virkna felagið í økinum eystan fyri Føroyar. FOÍB hevði so eisini høvi at kunna um støðuna hjá Føroyum til leiting eftir olju og gassi eins og royndirnar hjá føroyskari veitaravinnu at vera partur av menningini av virkseminun í økinum.

Í fleiri av samrøðunum við bretsku orkufeløgini kom fram, at tey sóu møguleikan at kunna søkja um kanningar- og leitiloyvi gjøgnum føroysku Open Door skipanina, har tey sleppa undan at skula bíða eftir útbjóðingarumførum, sum nakað sera skilagott. Eisini kom fram, at tey meta komandi útbyggingarnar av olju- og gassleiðunum Rosebank og helst Cambo við føroyska markið eisini sum eina lopfjøl yvir um markið til Føroyar.

Stjórin í stóru norsku fyritøkuni Altera, sum eigur framleiðsluskipið (FPSO), ið kemur á leiðirnar við Føroyar komandi vár at arbeiða fyri Equinor á Rosebank feltinum, sigur við orkan.fo, at tey hava stóran áhuga at kanna møguleikarnar fyri samstarvi við føroyskar veitarafyritøkur tað verður seg innan bæði flogflutning, proviantering, bunkring, umvælingar og annað. Lesið meira um hetta í komandi greinum á orkan.fo. 

Orkan.fo luttekur á orkuráðstevnuni í Aberdeen í hesum døgum. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder