Uttanlands

Støre eftir valsigur: Norra fer at vera ein álítandi orkuveitari

Fara at halda fram við at leita eftir og framleiða olju og gass

Jonas Gahr Støre, formaður í norska Javnaðarflokkinum, sum eftir valúrslitið í gjár heldur fram sum forsætisráðharri.

Jonas Gahr Støre, formaður í norska Javnaðarflokkinum, sum eftir valúrslitið í gjár heldur fram sum forsætisráðharri.

2025-09-09 17:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var ein fegin Jonas Gahr Støre, formaður í norska Javnaðarflokkinum, sum eftir valið í gjár enn einaferð kundi kalla seg fyri forsætisráðharra komandi fýra árini. Og ein av boðskapum hansara í gjárkvøldið var, at minnilutastjórnin fer at halda fram við verandi orkupolitikkinum, har olju- og gassleiting og framleiðsla standa ovarliga á listanum yvir mál, sum stjórnin fer at arbeiða fyri. Norra fer framhaldandi at vera ein álítandi orkuveitari til Evropa. 

Tað verður tó ikki uttan avbjóðingar, at ein norsk stjórn við Javnaðarflokkinum fer út í eitt nýtt stjórnarskeið, tí tað vóru m.a. serstakliga tríggir flokkar yðst á vinstravonginum, SV, MGD (Grøni flokkurin) og Reytt, sum tryggjaðu Javnaðarflokkinum stjórnarvaldið í enn eitt skeið, tó at valsigurin var sera tepur.

Hóast hesir reyð-grønu flokkar hava víst á Jonas Gahr Støre sum forsætisráðharra, so hava teir allir síni krøv til nýggju stjórnina ikki minst á orku- og veðurlagsøkinum. Fleiri av flokkunum eru ímóti oljuleiting og oljuframleiðslu og vilja hava ein nógv virknari veðurlagspolitik. Tíðin fer so at vísa, í hvussu stóran mun Javnaðarflokkurin fer at taka ynski og krøv teirra á umrøddu økjum til sín ella heilt at vísa teimum frá sær. Hann hevur so eisini møguleikan í hvørjum einstøkum máli at fara til aðrar flokkar hinumegin miðjuna eftir stuðuli.

Enn ein spurningur, sum fer at fáa nógva umrøðu eftir valið, verður framtíðin hjá Oljugrunninum, sum er vorðin so stórur, at hann er við at yvirhála samlaða norska búskapin við sínum 20.000 mia. kr. Hann er so eisini vorðin til eitt rumbulsmál, nú avgerð er tikin um at gevast við íløgum í fyritøkur, sum eru partur av stríðnum í Ísrael. Har hevur hann m.a. kvett við stóru amerikonsku Catterpiller fyritøkuna, sum veitir útgerð til ísraelska herin. Nú hóttir USA so at revsa Norra, og tað verður helst ein av avbjóðingunum hjá komandi stjórnini. 

“Hetta er eitt gott úrslit. Eitt greitt úrslit. Tað vísir, at mið-vinstravongurin og sosialdemokratiskir flokkar kunnu vinna val, eisini tá høgra vindar blæsa,” segði Støre við miðlarnar uttanfyri embætisbústaðin í Oslo eftir valúrslitið.

Síðani 2021 hevur Javnaðarflokkurin stýrt saman við tveimum minni flokkum – Miðflokkinum og Sosialistiska Vinstraflokkinum – men nú krevst eisini stuðul frá Grønaflokkinum og sera vinstravenda Reyða flokkinum fyri at fáa meiriluta í tinginum.

Hóast allir fimm flokkar eru samdir um, at Støre skal halda fram sum forsætisráðharri, eru teir ósamdir um orkupolitikk, umhvørvismál og skattapolitikk.

Grøni flokkurin vil hava eina stigvísa niðurtrapping av norska oljuídnaðinum, og eina beinleiðis steðging av nýggjari leiting, eins og taka týðandi stig á verðurlagsøkinum fyri at minka útlátið, meðan bæði Sosialistiski Vinstraflokkurin  og Reyði flokkurin vilja skerja vinnuna munandi. Hin stóri flokkurin í miðjuni, nevniliga Centerflokkurin, sum fyrr hevur verið í stjórn hjá Støre, fór niður í helvt á valinum, so hann fer neyvan at gera so nógv um seg.

[object Object]Hóast høgravindar blæsa so vísti valúrslitið, at Norra framvegis kann verða stjórnað av miðvinstra-flokkum sannar Støre

Men bæði Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin vilja í mun til reyðgrønu flokkarnar  halda fram við at leita  eftir olju og gassi – og tað vilja teir størstu flokkarnir á høgra vonginum eisini.

Støre segði eftir valúrslitið, at Javnaðarflokkurin fer at samstarva við hinar flokkarnar fyri at finna loysnir í tinginum.

Hann legði afturat, at Noreg, sum veitir triðingin av náttúrgassinum í Evropa, eigur at halda fram við at kanna møguleikarnar at finna meira av olju og gassi m.a. til tess at kunna nøkta vaksandi eftirspurningin. 

“Vit fara framvegis at vera ein álítandi partnari, men eisini at menna tøkni, minka útlát og liva upp til okkara veðurlagsábyrgdir,” segði hann.

Hetta hendir samstundis sum vinnan stendur fyri avbjóðingum – og fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump setir seg upp ímóti vindorku, sum m.a. norskar fyritøkur eru við at menna og útbyggja í USA.

Forsætisráðharrin endurtók eisini sítt vallyfti um ikki at víkja frá limaskapinum í NATO, frá tættum samstarvi við ES – hóast Noreg ikki er limur – og at føra ábyrgdarfulla fíggjarstýring.

Um valúrslitið er annars at siga, at stóri atkvøðuslúkurin á valinum umframt Javnaðarflokkin, var borgarligi Framburðsflokkurin, sum tvífaldaði lutin av tinglimum og gjørdist størsti andstøðuflokkurin. 

Keldur: NRK og Reuters


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder