Uttanlands

Stórfyritøka leggur til brots við vetnisframleiðslu

Fyritøkan Ineos, sum í dag framleiðir ymisk sløg av kemikaliun og eisini er størsti framleiðari av vetni í Evropa, fer nú av álvara at menna nýggju grønu orkuloysnina vetni

2021-10-19 15:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Felagið fer at gera íløgur í fleiri verksmiðjur í Evropa, sum við elektrolysu skulu framleiða vetni (hydrogen) uttan útlát. Kostnaðurin er 2,3 mia. dollarar.  Fyrstu verksmiðjurnar verða bygdar í Norra, Týskalandi og Belgia komandi 10 árini og síðani koma fleiri í Bretlandi og Fraklandi.

Felagið sigur, at tað fer at samstarva tætt við stjórnir í ES, sum hava sett vetnisframleiðslu frammaliga í grøna orkuskiftinum. ES hevur longu gjørt av at byggja út elektrolysuútgerð uppá 40GW. Tað er útgerð, sum skal framleiða vetni uttan útlát við at brúka vatn og varandi orku. Henda fer m.a. at koma frá vindmyllum. Í farna mánaði boðaði Ineos frá, at tað fer at broyta skotska petrokemiska verksmiðju og eitt oljureinsarí í Grangermouth til at verða rikin við vetni. Tann verkætlanin er uppá 1,4 mia. dollarar og skal tryggja net zero útláti í 2045.


Kelda: Offshore Energy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder