Uttanlands

Stórur áhugi fyri at leita eftir olju og gassi í Norra

25 feløg hava søkt um loyvi at leita eftir kolvetnum í búnum økjum á norska landgrunninum

2023-09-01 13:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um oljufeløg, sum longu eru virkin í Norra og hava tey søkt um loyvi at leita í trimum avmarkaðum økjum á landgrunninum: í Norðsjónum, Norskahavinum og  í Barentshavinum.

Økini, sum eru boðin út, liggja í longu búnum umráðum tvs. økjum, sum eru kend og har undirstøðukervi eru nærhendis. Oftani hava slík øki eisini verða boðin út fyrr til leiting men eru latin innaftur. Hetta merkir, at talan er ikki um útbjóðing í sonevndum frontierøkjum, har man ikki hevur havt leitiumfør fyrr. 

[object Object]

-Tað er at fegnast um, at tað framvegis er so stórur áhugi fyri at bjóða í einum leitiumfari sum hesum og at feløg eisini vísa øktan áhuga fyri Barentshavinum, sigur Kalmar Ildstad, stjóri fyri loyvismyndugleikanum í Oljudirektoratinum.

Miðjað verður móti at lata loyvini í byrjanini av 2024. Millum feløgini eru øll tey stóru oljufeløgini, sum longu arbeiða á norska landgrunninum. Ein av umsøkjarunum er Longboat Energi, sum varð stovnað av fyrrverandi leiðsluni í Faroe Petroleum nøkur ár herfyri.

Tað hevur stóran týdning fyri at fáa loyvi, at feløg eru tøkniliga væl fyri, at tey hava royndir eins og fíggjarliga styrki skrivar Oljudirektoratið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder