Tilsamans 19 feløg siga seg vera tilreiðar at fara undir slíkar slóðbrótandi verkætlanir, sum skulu vera við til at røkka málinum um netto-null útlát í 2050. Tey vísa áhuga fyri 13 økjum, sum eru við í loyviútbjóðingini. Hesi eru uttanfyri Aberdeen, Teesside, Liverpool og Lincolnshire. Útbjóðingin lat upp 14. juni.
Tað er almenni myndugleikin NSTA, North Sea Transition Authority, sum stendur fyri útbjóðingini og fer nú at hyggja nærri uppá umsóknirnar og verða fyrstu loyvini latin tíðliga í 2023.
Tá loyvini verða latin og arbeiðið fer í gongd, kann roknast við, at verkætlaninar at fanga, flyta og goyma CO2 fer at fevna um millum 20 og 30 mió. tons av CO2 um árið eftir 2030. Hetta er tað, sum verður nevnt "carbon capture and storage" (CCS).
Henda útbjóðingin er tann fyrsta av tilsamans 100 CO2 goymslum, sum verða mettar neyðugar skal Bretland røkka netto null málinum í 2050.
Ein avgerandi partur av hesum er at menna tøkni til endamálið.
CCS merkir, at CO2 verður fangað frá verandi ídnaði bæði á landi og á sjógvi og síðani flutt við skipi ella gjøgnum rørleiðingar og síðani goymt í undirgrundini. Roknað verður við at fyrsta goymslan av CO2 kann byrja 4-6 ár eftir, at loyvi er latið.
Stjórin í NSTA, Nick Richardson sigur, at tey eru sera væl nøgd við móttøkuna av loyviútbjóðingini, sum vísir, at Bretland nú hevur lagt seg á odda í royndunum at fanga og goyma CO2.
-Fangan, flutningur og goymsla av CO2 kann fáa stóran týdning fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum og er henda fyrsta útbjóðing eitt týðandi stig á leiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald