Uttanlands

Stórur vindorkudagur í Norra í morgin

Fyrsta flótandi vindorkulund í Norra, Hywind Tampen, verður alment tikin í nýtslu í morgin.

2023-08-22 21:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Hon skal ma. veita streym til oljuleiðirnar Gullfaks og Snorre í Norðsjónum og harvið avloysa fossilu orkuna á pallunum.

Framleiðslan byrjaði í november í fjør, men vindmylnulundin verður alment latin upp í morgin.

Hywind Tampen hevur alstóran týdning fyri leiðandi støðuna hjá Norra innan flótandi havvind.

So mikið stóran týdning hevur verkætlanin fyri grøna orkuskiftið í Norra, at Jonas Gahr Støre forsætisráðharri og Haakon Maagnus krúnprinsur verða stæddir til hátíðarhaldið.

Vindmylnulundin liggur 140 milometrar úr landi og fevnir um 11 vindmyllur. Hon skal veita streym til Gullfaks og Snorre við 35% av samlaðu orkuni tey brúka til framleiðsluna. Verkætlanin verður væl dýrari enn ætlað og kostar 7,4 mia. no. kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder