Hetta boðar Umhvørvismálaráðið nú í morgun. Til endamálið eru settar av 1,3 mió. kr. Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti at alternativum grønum orkumøguleikum. Tí fáa kommunur, felagsskapir og privat feløg møguleikan at fremja verkætlanir saman við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi.
Talan kann eitt nú vera um kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir. Verkætlanirnar skulu verða framdar í samstarvi við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi.
Reglugerðin liggur á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur játtanina.
Umsóknirnar skulu verða Umhvørvismálaráðnum, [email protected], í hendi í seinasta lagi 25. februar 2025.
Meiri kunning fæst eisini her:
Umhvørvisstovan, tlf 342400, [email protected],Traðagøta 38, 165 Argir
Jarðfeingi, tlf. 357000, [email protected],Jóannesar Paturssonargøta 32-34, Boks 3059, 110 Tórshavn
Reglugerð fyri stuðli til alternativar grønar orkumøguleikar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald