Innanlands

Stuðul til nýggja vitan um orkumøguleikar í undirgrundini

Nú verður møguleiki at søkja um stuðul til at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr føroysku undirgrundini

2022-04-27 16:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í 2022 1,8 mió. kr. til verkætlanir, sum útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini boðar UVMR frá í tíðindaskrivi. 

Stuðulin kann eitt nú nýtast til kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir, sum Jarðfeingi og Umhvørvisstovan kunnu fremja saman við kommunum, felagsskapum og/ella privatum feløgum.

Søkjast kann um stuðul sambært reglugerð, sum er gjørd fyri stuðulsjáttanina.

Reglugerðin sæst her

Freistin at søkja um stuðul er 16. mai 2022.

Umsóknir skulu sendast til:

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, [email protected]

Endamálið við stuðulsjáttinini er, at Jarðfeingi og /ella Umhvørvisstovan, Orka, kunnu fremja verktætlanir saman við kommunum, felagsskapum og/ella privatum feløgum til at útvega nýggja vitan um orkumøgleikar úr undirgrundini t.d. flógvar keldur og djúpboringar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder