2024-07-11 20:08
Nakað soleiðis lýsir eitt av starvsfólkunum hjá SEV, Pætur Dam sítt arbeiði á rakstrardeildini í meginøkinum í einum stuttfilmi, video, sum Eirikur Biskopstø hevur gjørt.
Hann er summarferiuavloysari á samskiftisøkinum hjá SEV og var við ein dagin, har hann fylgdi starvsfólkunum hjá SEV, meðan tey arbeiddu við at leggja um í Syðradali á Streymoynni í sambandi við, at pelar skuldu takast niður. Tað hevur hann gjørt ein stuttan og sera forvitnisligan film um.
Kelda: Sev.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald