Súkkluskúrurin hevur pláss fyri 20 súkklum og hevur leingi verið eitt ynski hjá starvsfólkum, sum súkkla til arbeiðis.
Timburdeildin á Glasi hevur smíðað súkkluskúrin.
Lættari at velja burðardyggar ferðavanar
Á starvsfólkadegnum fyrr í ár vórðu starvsfólk spurd um ferðavanar sínar til og frá arbeiði.
15% svaraðu, at tey altíð ella oftast ganga, súkkla ella taka buss, meðan 83% svaraðu, at tey altíð ella oftast koyra bil.
Av teimum, sum ikki vanliga súkkla, ganga ella taka buss, eru tó fleiri, sum av og á velja ein av hesum ferðamátunum.
Hvørt ár skipar Grøni bólkurin á Umhvørvisstovuni fyri átøkum, sum minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og stuðla undir ringbúskap á stovninum kunnar Umhvørvisstovan um á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald