Í hesari vikuni hava tvær samtyktir verið í Sunda kommunu, ið skulu vera við at syrgja fyri, at kommunan "gerst grønari".
Tað er Vinnu- og umhvørvisnevndin, sum hevur samtykt eina umlegging av sjey bygningum, og at tvær løðistøðir afturat skulu setast upp. Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari
- Vinnu- og umhvørvisnevndin samtykti á fundi týsdagin 16. mai, at taka av tilboði frá P/F Mariu Poulsen & CO. og sostatt byrja arbeiðið at leggja bygningar í Sunda kommunu um til grøna orku.
Talan er um umlegging av sjey bygningum í ár. Hetta til ávikavist jarðhita, luft-til-vatn hitapumpu og luft-til-luft hitapumpu.
Á omanfyrinevnd fundi 16. mai varð eisini avgjørt taka av tilboðnum frá Sp/f Elcon at seta tvær løðistøðir upp afturat í Sunda kommunu.
Samtykt er at seta aðra løðistøðina upp í Hósvík og hina á handilsøkið við Norðskála, skrivar sunda.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald