Svenska stjórnin hevur støðga 13 ætlaðum vindmillulundum til havs, eitt nú út fyri Álandsoyggjum. Orsøkin er, at vindmyllurnar eru til vanda fyri svensku verjuni.
Tað er svenska kringvarpið, sum í dag skrivar, at svenska stjórnin sýtir fyri at fremja 13 ætlanir um vindmyllulundir frá Álandi har norðuri og til Oyrasund í suðuri.
Bert ein av 14 ætlanum hevur fingið grønt ljós. Talan er um eina verkætlan, kallað Poseidon út fyri Stenungsund á svensku vesturstrondini.
Frammanundan hevur svenska stjórnin givið loyvi til tvær aðrar vindmylluætlanir til havs, báðar vestan fyri Svøríki.
Avgerðin í dag kom ikki óvæntað, tí svenska verjan hevur í eini frágreiðing, sum kom út í síðstu viku víst á, at vindorkan setir avmarkingar fyri verjuni av Svøríki. Eisini finski herurin hevur hevur víst á líknandi fyrivarni.
Svenska stjórnin hevur nú, eftir at hava lisið frágreiðingina, mett, at ætlanirnar í Eystrasalti seta tjóðartrygdina í vanda.
- Stjórnin heldur, at vindmylluætlanirnar fáa ávirkan á svensku verjuna, sum vit ikki kunnu góðtaka, segði Pål Jonson, verjumálaráðharri í dag.
Vandin er, at myllurnar órógva sensorar og radaraskipanir, sum hava stóran týdning í verjuni av Svøríki. Um stórar vindmyllulundir eru eystan fyri Svøríki, minka møguleikarnir at uppdaga álop frá kavbátum og flogførum.
Ebba Busch, sum er ministari fyri orku og matvørur sigur, at avgerðin var neyðug.
- Verjan av Svøríki kemur í fyrstu røð og skal takast í størsta álvara, sigur hon, sambært finska kringvarpinum, Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald