Uttanlands

Taka avgerð um orkuútbygging eystan fyri Føroyar í 2023

Norska orkufelagið Equinor hevur ikki slept ætlanini at útbyggja olju- og gasskeldu eystan fyri Føroyar, hóast bretska stjórnin hækkar skattin munandi.

Norska orkufelagið Equinor hevur longu tryggjað sær hetta framleiðsluskipið sum part av møguligari útbygging av Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar.

Norska orkufelagið Equinor hevur longu tryggjað sær hetta framleiðsluskipið sum part av møguligari útbygging av Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar.

2022-11-25 13:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Greining. Norska orkufelagið Equinor arbeiðir í løtuni miðvíst við ætlanini at góðkenna útbygging av Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar tíðliga í 2023. Hetta hendir, hóast bretska stjórnin hevur boðað frá,  at hon fer at áleggja orkufeløgum ein eykaskatt, nú feløgini hava havt ovurstóran vinning orsakað av methøgu olju- og gassprísunum.

[object Object]

Fleiri stórar og meðalstórar olju- og gasskeldur tætt upp at føroyska markinum standa til at verða útbygdar til framleiðslu, eitt nú Cambo, Rosebank, Tornado og Suilven. Tíðliga í 2023 taka fyristøðufeløgini Equinor og Ithaca Energy endaliga avgerð um útbyggingar. Verður grønt ljós givið fer økið í føroyska grannalagnum at standa fyri størsta partinum av framtíðar framleiðsluni á bretska landgrunninum. 


Stór óvissa ræður annars í løtuni rundan um orkuframtíðina í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar). Hetta hendir í kjalarvørrinum á avgerðunum hjá fyrst undanfarnu bretsku stjórnini og nú verandi stjórn at hækka skattin munandi.

Í mai varð avgjørt at áleggja olju- og gassfeløgum ein eyka skatt (Windfall tax) uppá 25%. Síðani hevur stjórnin við Rishi Sunak avgjørt at hækka henda eykaskatt enn meira, við 10%, soleiðis at samlaði skatturin á olju- og gassfeløg er farin upp úr 40% til 75%. Hetta er so fyri eitt avmarkað áramál til 2028.

Hóast stóra eykaskattin hevur stjórnin kortini latið eina hurð standa opnað. Hon hevur nevniliga gjørt eitt undantak í skattinum fyri íløgur í nýtt virksemi, soleiðis at feløg, sum fara undir at útbyggja olju- og gasskeldur, sleppa undan at rinda 91% av eykaskattinum.

Við tí vónar stjórnin, at feløg fara undir nýtt virksemi tvs. bæði leiting og útbyggingar. Hetta ger stjórnin, tí hon ynskir, at Bretland skal vera óheft at innflutningi av olju og gassi frá 2040 vísandi til orkutrygdina og framtíðar trot á orku.

Síðani Jeremy Hunt, fíggjarmálaráðharri fyri stuttum kunngjørdi nýggju skattahækkingina  á olju- og gassfeløg, hevur meginfelagið hjá vinnuni ávarað um, at slíkt stig kann minka um ella heilt taka áhugan frá feløgunum at gera stórar íløgur.

Stjórin í bretska orkuvinnufelagnum, Offshore Energies UK, Deirdre Michie hevur ávarað um, at íløgur uppá 200 mia. pund eru í vanda, nú eykaskatturin hækkar enn einaferð og kemur uppá 75%.

[object Object]

Rishi Sunak, bretski forsætisráðharrin á fundi við orkuvinnuna  um framtíðina í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Hóast skattahækkingar hevur  Rishi Sunak gjørt greit, at stjórnin ynskir at gera Bretland óheft at innfluttari orku og er tí fyri framhaldandi nýggjari leiting og útbygging av olju- og gassleiðum. 


Eisini fleiri av olju- og gassfeløgunum, sum arbeiða í Norðsjónum, hava boðað frá, at hetta stigið kann vera við til at forkoma framtíðar olju- og gassvirksemi.

Í samrøðu við bretska orkumiðilin Energy Voice sigur  norska Equinor, at felagið framvegis er sinnað til at fara undir eina stóra útbygging av kelduni Rosebank eystan fyri føroyska markið.

Felagið hyggur í løtuni  eftir, hvørja ávirkan nýggi eykaskatturin fer at hava á teirra verktætlanir men ger greitt,  at  ætlaninar at útbyggja vestan fyri Hetland eru framvegis tær somu, sum eru at koyra olju- og gasskelduna Rosebank av bakkastokki.

 We are still working hard” on sanctioning the Rosebank oilfield in the first quarter of next year – despite the latest windfall tax “uncertainty” sigur talsfólkið fyri Equinor men leggur  aftrat, at slíkar nýggjar broytingar í skattaskipanini og treytunum annars eru ongantíð hepnar  fyri eina stóra langtíðar íløgu.

Óvissa ger tað torførari at taka slíkar avgerðir, tí tað er ikki vist, at íleggjararnir  so sum bankar og fíggingarstovnar eru eins sinnaðir til at gera íløgur, tá umstøðurnar so sum skattaskipan verða broyttar  í heilum. Equinor staðfestir tó, at tað arbeiðir framvegis fram ímóti  at  taka endaliga avgerð um útbygging um Rosebank  (FID) tíðliga næsta ár.

Í farnu viku segði umboð fyri Shell, at felagið er við at endurskoða sína íløguætlan uppá 230 mia. kr. í bretsku orkuskipanini. Hetta orsakað av broytingum í skattaskipanini.

[object Object]

Hetta verður framleiðslupallurin, sum Ithaca fer at brúka á Camboleiðini skamt frá føroyska markinum. 

Hitt stóra felagið, sum eigur í fleiri av keldunum eystan fyri Føroyar, Ithaca Energy, ber eisini ótta fyri framtíðini, um ikki myndugleikarnir so ella so stuðla uppundir nýggjar útbyggingar. Nevndarformaðurin Gilad Myerson sigur, at felagið hevur framvegis góðar vónir um at fara undir útbyggingar, men tá má undantakið í skattinum fyri íløgum í nýtt virksemi ikki verða tikið aftur, sum hevur verið gitt. Tað er í løtuni tó einki, sum bendir á tað. Skattaundantakið fyri íløgum í nýtt virksemi verður eftir øllum at døma varðveitt.

[object Object]

Gilad Myerson, nevndarformaður í Ithaca Energy, sum møguliga fer at geva grønt ljós útbygging við markið um nakrar mánaðir.


Ithaca er mest virkna orkufelagið, sum arbeiðir  millum Hetland og Føroyar og eigur ognarlutir í Rosebank, Cambo og Tornado, alt keldur, sum liggja tætt við føroyska markið og sum standa til at verða útbygdar til framleiðslu. Felagið eigur eisini eins í stóru framleiðandi leiðini Schiehallion, sum liggur ikki so langt frá markinum heldur.

Myerson sigur við Energy Voice, at tey í løtuni hyggja eftir komandi veitarum til eitt nú útbyggingina av Cambo kelduni, her m.a. ein framleiðandi oljupall, FPSO. Endalig avgerð um útbygging (FID) verður tikin tíðliga í komandi ári.

[object Object]

Nýggjar seismiskar kanningar, sum eru gjørdar báðumegin markið, kunnu fáa stóran týdning fyri luttøkuna í nýggjastu bretsku 33. útbjóðingini eystan fyri markið. 


Við føroyskum eygum kunnu avgerðir um útbyggingar hinumegin markið hava stóran týdning. Tí geva orkufeløgini grønt ljós til umrøddu útbyggingar av Cambo og Rosebank fáa vit eitt nýtt undirstøðukervi í grannalagnum, og tað kann hava stóran týdning, tá og um feløg í framtíðini fara at hyggja aftur eftir føroysku undirgrundini.

Spurningurin er, um ikki orskustøðan í heiminum við stórum troti og tørvi  á m.a. gassi eins og høgi nýggi skatturin í Bretlandi kann vera við til at skapa áhuga fyri nýggjari leiting í Føroyum. Nú um dagarnar frættist, at føroyska orkufyrisitingin seinastu tíðina hevur merkt størri áhuga millum orkufeløg at fáa nýggj data um undirgrundina vestan fyri markið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder