
Tíðindi/Greining
Tað er bretska orkufelagið Ithaca Energy, sum eigur Cambo kelduna, ið nú ger vart við, at tað er farið at leita eftir einum partnara til at útbyggja hesa einu ta størstu olju- og gasskelduna á bretska landgrunninum. Felagið hevur síðani samanlegging við italska orkufelagið ENI brúkt tøkniligu royndirnar hjá ENI til tess at endurskoða og menna eina útbygging av hesi stóru orkukelduni tætt við Føroyar.
Í løtuni verður stóra oljuleiðin Rosebank eisini tætt við føroyska markið útbygd til framleiðslu. Equinor, sum stendur fyri útbygginini saman við Ithaca Energy, er í hesi løtu í ferð við at leggja gassrørleiðing á havbotnin nærhendis Føroyum. Henda skal binda í eina aðra størri rørleiðing nærhendis Hetlandi, hiðani gassið frá Rosebank skal flytast víðari til lands til Sullom Voe gassterminalin í Hetlandi.
Gassleiðingsskipið, sum stendur fyri hesum arbeiðinum, var á Havnini herfyri eftir útgerð, sum skal brúkast í sambandi við arbeiðið á havbotninum 15 kilometrar eystan fyri føroyska markið.
Cambo olju- og gasskeldan liggur eins og Rosebank tætt við føroyska markið. Útbygging av hesum keldunum kann fáa stóran týdning fyri føroysku veitingarvinnuna eins og fyri framtíðar leiting í føroyskum øki.
Oljukeldan Cambo, sum ljós nú verður varpað á, liggur nærri markinum men tætt við Rosebank. Ætlanin var at fara undir útbygging nøkur ár herfyri, men henda ætlan varð sett í bíðistøðu, tá Shell, sum tá var partur av Cambo, brádliga gjørdi av at taka seg úr verkætlanini. Tað hevur ljóðað, at Shell tók hesa avgerð eftir stóru mótstøðuna frá umhvørvisfelagsskapum. Kortini hava vit sæð Shell vera sera virkið á Atlantsmótinum, fyrst við keypa upp gassleiðina Victory í økinum vestan fyri Hetland og sum fer í framleiðslu seinni í ár eins og ogna sær fleiri loyvi í gassøkinum eystan og norðan fyri Føroyar.
Loyvini í seinastu útbjóðingini í Bretlandi vísa stóra áhugan hjá Equinor, Total og Shell fyri økjum nær Færoyum, har vónir eru stórar til at finna gass í undirgrundini.
Í fjør hendi so eisini tað, at Shell og Equinor gjørdu av at leggja sínar ognir í bretskum øki saman og eftir stendur at síggja, hvat hetta fer at merkja fyri gongdina og menningina á Atlantsmótinum – økinum millum Hetland og Føroyar. Tað fara vit helst at hoyra meira til í næstum.
Nú hevur Cambo verkætlanin so ligið í “dvala” í eina tíð, men seinasta útmeldingin frá eigaranum Ithaca Energy nú um dagararnar, bendir á, at lív er við at koma aftur í hesa risastóru verkætlanina. Ithaca, sum er eitt av teimum nýggju oljufeløgunum í Bretlandi, hevur økt munandi um sína framleiðslu á fleiri leiðum, sum fyrsta ársfjórðing í ár rakk 127.000 tunnum um dagin. Tað er m.a. henda sannroynd, sum er orsøkin til, at felagið nú rættir hondina út til onnur oljufeløg um at gerast partur av eini útbygging av Cambo.
Innan hálvt ár fara vit at síggja hetta framleiðsluskipið á Rosebank leiðini nær við føroyska markið. Mynd Jan Müller
Í fjør vitjaði orkufelagið Equinor í Føroyum eftir innbjóðan frá FOÌB og Sjóvinnufelagnum. Her frá stóra tiltakinum á Hilton, har Richard Mortensen frá Mest greiddi frá føroyskum veitaratænastum. Mynd Jan Müller
Týdning fyri Føroyar
Frá einum føroyskum sjónarhorni vil enn ein stór útbygging av eini olju- og gassleið við markið, kunna fáa alstóran týdning. Bæði fyri vinnu og myndugleikar. Ja fyri samfelagið alt.
Nú útlit eru til, at tvær tær størstu olju- og gasskeldurnar í Bretlandi, ið liggja ávikavist 5 og 15 kilometrar eystan fyri føroyska markið, verða útbygdar, kunnu hesar koma at lata upp fyri nýggjum møguleikum hjá føroyskari veitingarvinnu og Føroyum sum heild sum útgerðardepil í Norðuratlantshavi. Og vitjanin av Deep Energy rørleggingarskipinum nú um dagarnar er ein fyrsta ábending um júst tað. Brádliga liggja Føroyar nærri stórum útbyggingum av olju- og gasskeldum enn bæði Hetland og Skotland. Tað átti at fingið nógvar klokkur at ringt her heima.
Her hómast ikki bert møguleikar hjá veitaravinnuni. Eisini hjá landsstýrinum, sum saman við størsta partinum av løgtinginum ynskir at síggja útlendsk orkufeløg koma til Føroya at leita eftir olju og gassi, kann henda gongdin gerast sera hent fyri ikki at siga gull verd. Tí eitt spildurnýtt og væl útbygt undirstøðukervi skamt frá markinum letur eisini hurðar upp fyri nýggjum møguleikum í sambandi við leiting í føroyskum øki.
Jarðfeingi týðandi leiklut
Við avgerðini og útsøgnini hjá undanfarna landsstýrismanni í vinnumálum at leggja marknaðarføringina av leitingini upp í hendurnar á Jarðfeingi, er so eisini slóðað fyri at troyta nýggju møguleikarnar við markið. Í hesum sambandi hevur Jarðfeingi eisini víst seg at vera sera virkið og miðvíst við síni marknaðarføring. Herfyri var tað á stórari messu og ráðstevnu í London, har tað legði fram nýggjastu úrslitini frá gransking og kanningum av økinum við markið. Nakað, sum fekk heimsins størsta orkublað “Upstream” at rudda forsíðuna og bera tíðindini frá Jarðfeingi á mest sjónliga plássinum, nú nýggjastu kanningarnar vísa á øki í føroysku undirgrundini og á eisini á sjálvum markinum geva týðuligar ábendingar um møguleikar fyri at finna olju og gass.
Barbara B. Thorsteinsson, Óluva Eidesgaard og Jana Ólavsdóttir frá Jarðfeingi saman við Kate Sanderson, føroysku sendikvinnuni í Bretlandi á Beos ráðstevnuni í London herfyri - her á forsiðuni í heimsins størsta orkublað, Upstream, ið vitjaði føroyska básin. Marknaðarføring, sum vil nakað má sanniliga sigast. Mynd Jan Müller
Jarðfeingi eigur rós uppiborið fyri at fylgja gongdini báðumegin markið, og enn eitt úrslit av somu marknaðarføring er, at Jarðfeingi í juni fer at hava framløgu við bæði við nýggjastu kanningarúrslitunum eins og um strategi og framtíðarætlanir og vónir hjá Jarðfeingi á sjálvum ársfundinum hjá meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnu, Offshore Energies UK, har meira enn 400 umboð fyri orku- og veitingarfeløg innan olju og gass og varandi orku fara at luttaka.
Evnið er framtíðin í Norðsjónum og harvið eisini í økinum nærhendis Føroyum. FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, sum er atlimur í bretska stórfelagnum, fer eisini at luttaka á tiltakinum í sínum áhaldandi arbeiði at stuðla uppundir marknaðarføringina bæði av leiting og veiting í Føroyum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum vil vera við til at tryggja menning av føroysku ferðavinnuni, sum kann gerast eitt meira týðandi bein undir búskapinum sigur hon við Útvarpið. Enn ein vinna, sum landsstýriskvinnan eisini hevur ábyrgdina av nevniliga veitingarvinnan eins og leiting eftir olju og gassi, kunnu eisini gerast enn eitt týðandi búskaparbein. Mynd UVMR.
Nógv verður júst í hesum døgum - við røttum - tosað um nýggjar vinnur í Føroyum, sum kunnu gerast nýtt búskaparligt bein, eitt nú ferðavinnan. Nýggja landsstýriskvinnan í vinnumálum, Sirið Stenberg, er avgjørt á rættari kós, tá hon í samrøðu við ÚF sigur seg vilja menna hesa vinnu eins og undanmaður hennara – og hetta fer helst eisini at fáa hana at sanna, at enn ein nýggj komandi vinna innan hennara ábyrgdarøki stendur og bíðar í durinum – nevniliga olju- og gassvinnan, sum saman við grønu orkuni eisini kunnu gerast enn eitt nýtt og týdningarmikið bein í framtíðar føroyska búskapinum. Og her eru Føroyar so hepnar at eiga roynd og lærd fólk, sum í dag m.a. arbeiða í útlandinum - og sum kunnu koma heimaftur at arbeiða í hesi nýggju vinnuni. Landsstýriskvinnan kann gleða seg til nýggjar og spennandi uppgávur, sum liggja fyri framman - báðumegin markið til Bretlands. Og hon hevur nógv góð fólk at hjálpa og stuðla sær bæði í vinnuni og hjá Jarðfeingi.
Samanleggingarnar av orkufeløgnum Equinor og Shell og av Ithaca og ENI í bretskum øki kunnu møguliga vera við til at seta ferð á menningina av orkuleiðum báðumegin føroyska markið og harvið birta uppundir vónirnar til enn eina nýggja vinnu í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald