Uttanlands

Trump: Finst at orkupolitikkinum í Evropa

Evropa fær av grovfílini frá amerikanska forsetanum fyri at reka skeivan orkupolitikk

2026-01-22 16:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein partur av røðuni hjá amerikanska forsetanum á árliga fundinum hjá “World Economic Forum” í Sveits í gjár snúði seg um orkumál og her serstakliga, hvussu lond í Evropa eru á skeivari kós.  Hann skammaði Evropa og her ikki minst Bretland fyri at raðfesta grønar orkukeldur sum vindorku og umrøddi grøna skiftið sum svik. 

-Tess fleiri vindmyllur eitt land hevur, tess meira missir, tapir landið vóru orðini.

Bretska orkublaðið Energy Voice, sum umrøður røðuna í grein, vísir á, at aftur her mistekur ella sigur  forsetin ósætt og skrivar, at sambært University College London hevur vindorkan í Bretlandi havt alstóran týdning. Hon minkaði um innflutningin av orku við 12% og spardi bretskum brúkarum fyri 104 mia. pund á teirra orkurokningum seinastu 13 árini.  

Forsetin vísti eisini á, at Kina framleiðir flestu vindmyllurnar í heiminum og útflytir tær m.a. til Evropa uttan sjálvt at seta seta upp og brúka orkuna frá vindmyllum. -Har er ikki ein einasta framleiðandi vindmylla í Kina vísti hann á. Og hetta fekk straks eftir røðuna m.a. greinara á BBC at vísa aftur pástandin hjá Trump sum einki minni enn eina lodrætta lygn. Kina er nevniliga tað landið í heiminum, sum hevur flest vindmyllur á landi.  

[object Object]Ein av mongu vindmylnulundunum í Kina. 

Her orðini hjá forsetanum um Kina og vindmyllur:  “They’re smart, China’s very smart. They make it, they sell them for a fortune. They sell them to stupid people that buy them, but they don’t use them themselves. They just put them up to show people what they could look like. They don’t spin, they don’t do anything.” 

Sambært eini frágreiðing frá fyritøkuni Ember stendur Kina í dag fyri helvtini av vindorkukapasitetinum í heiminum. Landið er eisini størsti íleggjari í reina grøna orku og stóð  í 2024 fyri  31% av samlaðu íløgunum í grøna orku í heiminum. 

Donald Trump, sum sjálvur hevur røtur í Skotlandi,  hevði annars sera ilt av orkupolitikkinum, sum m.a. Bretland rekur í Norðsjónum. Hann fanst at, at stjórnin leggur forðingar fyri at troyta stóru goymslurnar av olju og gassi í Norðsjónum. -Bretland framleiðir einans ein triðing av samlaðu orkuni frá øllum keldum enn tað gjørdi í 1999. Og tey sita á Norðsjónum, ein av størstu orkugoymslunum í heiminum, men vilja ikki troyta tær. Tað er ein orsøkin til, at orkustøðið er vanlukkuligt við høgum prísum. Oljan er har, og Norðsjógvurin er ótrúligur.

[object Object]

Forsetin legði eisini eftir bretsku stjórnini fyri at vilja banna leiting eftir olju og gassi eins og avgerðina at varðveita brandskatting á oljufeløg. -Feløgini sleppa ikki at bora, og tey skulu rinda 92% í skatti segði hann. Enn eitt dømi um, hvussu forsetin brúkar skeiv tøl. Skatturin er 78% skrivar Energy Voice. 

Umhvørvisfelagsskapurin Uplift í Bretlandi tekur eisini til orðanna móti úttalilsunum hjá Trump. Tessa Khan, leiðari sigur, at Trump reingir veruleikan um Bretland og orku. -Seinasta ár segði hann, at goymslurnar í Norðsjónum vóru til 100 ára nýtslu. Nú sigur hann tær eru til 500 ára nýtslu. Hetta er tvætl sigur hon og leggur aftrat, at Bretlandi hevur seinastu 50 árini brent av mesta av oljuni og gassinum, sum er í Norðsjónum. -Trump ynskir, at Bretland skal vera bundið at fossilari orku og innflutningi av gassi úr USA leggur hon aftrat.  

[object Object] 

Bretskir orkumiðlar gera nógv burtur úr røðu hjá Donald Trump, eitt nú Energy Voice. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder