
Hóast tað ikki kemur óvæntað, so eru grønir íleggjarar nú av álvara farnir at merkja avleiðingarnar av orkupolitikkinum hjá amerikanska forsetanum Donald Trump. Eftir at hava sett fót fyri vindmylnuverkætlanum er forsetin nú av álvara farin undir at forkoma vælvirkandi sólorkuprojektum ikki minst í statum, har republikanski flokkurin hevur leiðsluna.
Trump ger nú greitt, at skattafrádráttirnir, sum undanmaður hansara Biden setti í verk, verða nú tiknir av aftur. Hetta hevur fingið vinnulívsfólk at rópa varskó. Hesi, sum hava havt sera góðar royndir av at framleiða og seta upp sólpanel, vísa á, at politikkkurin hjá forsetanum er við at taka grundarlagið undan nógvum góðum arbeiðsplássum, og at hetta fer at minka munandi um inntøkurnar hjá fleiri statum.
Trump sigur, at hann vil sleppa heilt av við politikkin hjá Biden, líka mikið, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri fyritøkur og statir. Um somu tíð heitir hann á íleggjarar at seta enn fleiri pengar í olju, gass og kol, og hevur hann í hesum sambandi strikað forðingar, sum Biden setti í verk. Eitt nú fer hann nú at lata upp stór náttúruøki í Alaska til framtíðar boring. Tað hóvar væl íbúgvunum í statinum, men hetta kemur sera illa við hjá teimum, sum stríðast fyri at varðveita eina reina og órørda náttúru.
Sambært amerikanska miðlinum CNN hevur Trump tryggjað sær, at hansara fólk í Umboðsmannatinginum fylgja hesi gongd og merkir hetta, at eitt nú skattafrádráttir hjá fyritøkum sum Tesla, ið framleiðir elbilar, verða tiknir burtur. Hetta sigur CNN er ein orsøkin til stríðið, sum hevur tikið seg upp millum Trump og Elon Musk, eigaran av Tesla fyritøkuni. Gitt verður at henda ætlanin verður framd í hevnisøgu móti Musk, sum hevur funnist harðliga at komandi lógarpakkanum, sum er góðtikin í Umboðsmannatinginum men sum nú skal roynast í Senatinum.
Tað eru tó ikki øll, sum eru samd við teimum, sum stúra fyri, hvat fer at henda á grøna orkuøkinum í USA. Ein teirra er kendi skotski journalisturin og viðmerkjarin Jeremy Cresswell. Hann skrivar í grein á Energy Voice, at tað er skeivt at halda, at Trump megnar at steðga grøna orkuskiftinum, tí tað er longu komið so væl ávegis, at tað rætt og slætt ber ikki til at steðga tí. Uppá sikt fer hetta at halda fram og mennast skrivar hann og vísir til, at Donald Trump verður ikki sitandi eftir fýra ár, og tað merkir, at onnur, sum helst fara at fáa valdið, fara at skunda undir grøna skiftið á so gott sum øllum økjum.
Stóru hóttaninar frá veðurlagsbroytingum, sum raka sera hart nettupp í USA, fara at vera ein av motorunum í grøna skiftinum skrivar Cresswell, sum heldur, at USA er komið nógv longuri enn Evropa og her nevnir hann serstakliga Bretland, har eitt nú vindorkan ongan veg er komin. Í USA harafturímóti gongur tað skjótt við vindmyllum á landi og annars hevur varandi orka yvirhálað kolanýtsluna í USA, hvat bara er enn eitt dømi um, hvønn veg tað ber við grøna skiftinum í USA skrivar Cresswell.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald