USA fer at oyileggja iransku kjarnorkuverkini, um Iran ikki letur upp Hormuzsundið innan 48 tímar.
Tað skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump á sín egna sosiala miðil, Truth Social stutt fyri midnátt í gjárkvøldið okkara tíð.
– Um Iran ikki, uttan hóttanir, letur upp Hormuzsundið fullkomiliga innan 48 tímar frá júst hesu løtu, fer USA at raka og oyðileggja ymsu orkuverk teirra, byrjað verður við tí størsta, skrivar Trump.
Undir krígnum í Miðeystri, sum byrjaði 28. februar, hevur Hormuzsundið í roynd og veru verið stongt orsakað av vandanum fyri álopum.
Umleið ein fimtipartur av allari olju og náttúrugassi í heiminum verður flutt umvegis Hormuzsundið.
Les eisini: 20 lond vilja tryggja Hormuzsundið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald