Uttanlands

Trump lovar revsitiltøk, um Nato-lond steðga við at keypa russiska olju

Eisini vil amerikanski forsetin hava tey at leggja toll á vørur úr Kina, til kríggið í Ukraina er liðugt

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-09-13 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg vera til reiðar at seta í verk revsitiltøk móti Russlandi, um øll Nato-lond eisini gera tað og steðga við at keypa russiska olju.

Tað skrivar hann í einum opnum brævi, sum hann hevur deilt á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Sambært Trump seta Nato-londini segsjálvi í eina veikari samráðingarstøðu yvirfyri Russland við framhaldandi at keypa russiska olju.

Umframt at steðga við at keypa russiska olju eiga Nato-lond eisini at seta toll á vørur úr Kina, sum hevur ávirkan á Russland, sigur Trump sambært Ritzau.

Tollurin skal vera millum 50 og 100 prosent, og verður strikaður aftur, tá kríggið millum Russland og Ukraina er liðugt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder