Uttanlands

Trump setir fót fyri danska Ørsted

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum hevur boðað donsku vindmylnufyritøkuni Ørsted frá, at hon skal gevast við sínum virksemi í USA.

2025-08-23 11:55 Author image
Jan Müller

Amerikanski forsetin heldur fram við herferðini móti vindmyllum. Tíðindini fyrrapartin koma sum enn ein bumba frá nýggja amerikanska forsetanum. Hann royndi herfyri at steðga arbeiðinum hjá norska Equinor í USA, og nú er túrurin komin til donsku Ørsted fyritøkuna, sum rætt og slætt hevur fingið durafjóðingin. Trump vil ikki síggja havvindmyllur í USA, og hetta er einki minni enn ein vanlukka fyri danska vindmylnuídnaðin.

DR veit at siga frá, at risastóra havvindmylnulundin út fyri Rhode Island á eysturstrondini í USA, sum varð góðkend av myndugleikunum, nú eftir øllum at døma má lata aftur.

Herfyri boðaði leiðslan í Ørsted frá, at hon mátti útega 60 mia. kr. fyri at kunna halda fram við verkætlanini. Orsøkin var tann, at amerikanskir íleggjarar høvdu tikið seg aftur av ótta fyri avleiðingunum, sum komandi orkupolitikkurin hjá Trump fór at fáa fyri vinnuna. Tað merkti m.a., at danski staturin skulu út við 30 mia. fyri at verkætlanin kundi halda fram. Nú er hon so steðgað. 

Viðmerkjarar siga við DR, at 45 av teimum 65 vindmyllunum eru longur framleiddar, so tað er púra burturviðat skula gevast nú.  Ætlanin var, at vindmylnulundin skuldi framleiða streym til 600.000 brúkarar. 80% av verkætlanini eru gjørd og skuldi lundin takast í nýtslu næsta ár.

Tað kemur als ikki óvart á nakran, at Trump nú tekur enn eitt stig til at jarða grønar orkuverkætlanir. Eftir at hava tikið USA úr Parísavtaluni frá 2015 hevur hann stig fyri stig sett kílar í grønar verkætlanir, eisini slíkar, sum geva nógv arbeiði í republikanskum statum og tað veri seg innan sól- ella vindorku. Trump grundgevur mótstøðuna móti vindmyllum við amerikanska trygdarpolitikk. 

Trump brúkar eisini óvanlig argument í sínum grundgevingum fyri at steðga eitt nú vindmyllum. Hann sigur m.a., at tær drepa hvalirnar og taka lívið av fuglum og tær eru orsøkin til krabbamein. Haraftrat eru tær alt ov dýrar. Tað er greitt, at avgerðirnar hjá Trump at steðga grønum verkætlanum koma illa við bæði í USA og hjá framleiðarum í eitt nú Evropa og Kina. Undanfarni forsetin Biden setti annars í verk skattafrádrátt fyri fyritøkur, sum lótu upp grøna framleiðslu í USA.

Ørsted, sum nú verður meint rakt av avgerðini hjá Trump, er gamla DONG, sum varð selt og broytt til grønt orkufelag, har danski staturin eigur helvtina av fyritøkuni.

[object Object]

Keldur: DR, Reuters, Financial Times

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald