Verandi amerikanski forsetin Donald Trump og nývaldi forsetin Joseph Biden eru ósamdir um so mangt, og harímillum eisini um framtíðar orkuskiftið. Tað var Donald Trump, sum eftir at hann tók við sum forseti, tók USA burtur úr París-veðurlagsavtaluni frá 2015, ið undanmaður hansara Barack Ombama skrivaði undir vegna USA. Tí kemur tað neyvan heldur óvart á, at hann nú bara góðar tveir mánaðir eftir í sínum forsetasessi, hevur tikið stig til at lata loyvi til feløg at bora eftir olju og gassi í Alaska.
Sambært einum skrivi frá Hvítu Húsunum verður nú heitt á feløg um at peika út øki í tí partinum av Alaska, sum verður nevndur "Arctic National Wildlife Refuge", til leiting eftir olju og gassi. Fyri at kunna røkka hesum innan Biden tekur við sum forseti í januar verður nú boðað frá, at umsøkjarar til leitiloyvi skulu lata sínar umsóknir innan 30 dagar. Harvið kann umsitingin hjá Trump lata nýggju loyvini innan 20. januar, sum er dagurin, tá Biden alment tekur við.
Alaska hevur leingi staðið fyri einum stórum parti av olju- og gassframleiðsluni í USA. Í dag er oljuframleiðslan í statinum uppá 500.000 tunnur um dagin, hetta er tó væl minni enn, tá framleiðslan var í hæddini í 1980-unum, tá hon var 2 mió. tunnur um dagin. Oljuvinnan er ein av berandi vinnunum í statinum og hevur republikanski flokkurin leingi havt ynski um at fáa broytt lógina, sum forðar fyri oljuleiting í serstøkan viðkvomum náttúruøkjum. Árið eftir at Trump varð valdur til forseta í 2016 broytti republikanski flokkurin lógina, soleiðis at feløg kunnu fara undir aftur oljuleiting í nevnda parti av Alaska, har mett verður, at tað finnast stórar nøgdir av kolvetnum í undirgrundini.
Umhvørvisfelagsskapir og upprunafólkið har hava leingi stríðst ímóti, at hesin partur av norðuralaska verður latin upp fyri oljuleiting. Demokratarnir við Joseph Biden á odda vilja tó framhaldandi forða fyri, at hetta av mannahondum órørda økið í Alaska verður latið upp fyri leiting.
Um tað gongur republikanska flokkinum og Trump forseta til vildar kunnu feløg, sum søkja um leitiloyvi, fáa hesi tíðliga í komandi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald