Amerikanski forsetin Donald Trump hevur givið boð um at seta í gildi stongsil av oljutangaskipum úr Venesuela. Hetta stig kemur eftir, at USA herfyri tók ræðið á einum tangaskipi við olju úr Venesuela. Nú roynir Trump heilt at steðga oljuútflutningi úr suðuramerikanska landinum, sum hevur heimsins størstu goymslur av olju. Hetta ger hann fyri at tvinga stjórnina hjá Maduru frá.
-Venesuela er umgyrt av størsta herflotanum, sum nakrantíð er savnaður í suðuramerikanskari søgu segði Trump í nátt. Hann vísir á, at forsetin í Venesuela brúkar oljupengarnar til at tryggja sítt egna vald, narkohandil, menniskjahandil, morð og smugling.
Amerikanski herflotin, sum nú bíðar eftir nýggjum boðum, telur heimsins størsta flogbera umframt fleiri herskip. -Hetta er bara byrjanin. Vit koma við uppaftur fleiri skipum, um Maduru ikki letur valdið frá sær skrivar Trump á síni heimasíðu.
Maduru forseti kallar amerikonsku tiltøkini fyri ábyrgdarleys og sum eina álvarsliga hóttan móti landinum. Hann sigur, sambært Bloomberg, at endamálið við tiltøkunum er at fáa hendur á oljuni í landinum. Hana eigur fólkið í Venesuela sigur Maduru. Amerikonsku atgerðirnar eru eitt brot á fólkarættin leggur hann aftrat.
Eygleiðarar halda ikki, at støðan fer at hava við sær eina stóra hækking í oljuprísinum. Ein fullkomin stongsil hevur við sær, at 900.000 tunnur av olju verða færri á marknaðinum. Tað vil so í mesta lagi hækka prísin við 2-3 dollarum. Heimurin fer kortini at hava nóg mikið av olju, nú yvirskotið av framleiðsluni er einar 2 mió. tunnur um dagin vilja eygleiðarar vera við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald