Uttanlands

Trump stongt Hormuz sundið

Tað gjørdi amerikanski forsetin eftir, at friðarsamráðingarnar við Iran slitnaðu 

2026-04-14 12:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyrst var tað Iran, sum stongdi týdningarmikla Hormuz sundið og bara lat útvaldum skipum, sum vildu gjalda stórt gjald, koma ígjøgnum sundið

Síðani tók amerikanski forsetin avgerð um at stongja sundið fyri alla ferðslu. Hetta sum eitt aftursvar til Iran fyri ikki at vilja ganga amerikonsku krøvunum undir samrðingunum á møti. 


Nýggja støðan, har eingin olja og gass sleppur ígjøgnum sundið, hevur fingið oljuprísin at hækka munandi. Hann er í løtuni umleið 100  dollarar fyri tunnuna. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder