Tað mundi ikki koma óvart á, tá nýggi amerikanski forsetin Donald Trump í gjár skrivaði undir skjal, har USA tekur seg úr aftur Parísavtaluni frá 2015, ein avtala, sum er undirskrivað av flestu av heimsins londum og hvørs endamál er at fremja grøna orkuskiftið í royndunum at minka um broytingar í veðurlagnum. Veðurlagsavtalan varð samtykt á eini ráðstevnu, sum ST skipaði fyri. Hetta er aðru ferð, at Donald Trump tekur slíkt stig.
Eins og eisini roknað varð við, valdi Donald Trump undir hátíðarhaldinum í gjár í sambandi við forsetaskiftið at skriva undir enn eitt skjal við atliti til framtíðar orkupolitikkin. Hann hevur gjørt av at lýsa orkukreppu í USA, og í tí sambandi at seta í gildi orkuneyðlóggávu til tess at kunna fara undir aftur óavmarkað olju- og gassvirskemi.
Við at brúka neyðlógir fer Trump at geva bæði almennu fyrisitingini, íleggjarum og fyritøkum møguleika at gera íløgur í olju og gass. Við neyðlógum ber nevniliga til at slaka um reglarnar fyri orkuframleiðslu í USA. Hetta eru annars neyðlógir, sum verða brúktar í sambandi við náttúruvanlukkur, terrorvirksemi ol.
Trump sigur, at hetta skal vera við til at tvífalda orkuframleiðsluna, sum USA hevur stóran tørv á. USA skal eisini vera sjálvveitandi við orku umframt at kunna vaksa um útlfutningin av orku. Trump fer eisini at taka aftur tiltøk, sum Biden hevur sett í verk fyri forða fyri veðurlagsbroytingum.
Á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í nátt segði Trump, at henda avgerðin fer m.a. at lata upp fyri kolvetnisvirksemi í øllum Alaska. Hann vísti á, at atgongdin til olju og gass skal fáa amerikanska búskapin aftur á rættkjøl og bjóðaði hann eisini Evropa at keypa alla ta olju úr USA, sum londini har hava tørv á.
Tað kemur illa við hjá teimum, sum ganga inn fyri grøna orkuskiftinum, at USA sum heimsins næststørsti útleiðari av CO2 og heimsins størsti oljuframleiðari tekur seg úr Parísavtaluni. Við hesi avgerð ynskir Trump-stjórnin at gera upp við víðgongda veðurlagspolitikkin hjá Joe Biden. Donald Trump hevur sjálvur úttalað, at veðurlagsbroytingar eru einki minni enn svik og falsan. Tá hann umrøður olju og gass og kol ger hann tað fyri at tryggja búskapin í USA eins og skaffa amerikanarum bíliga orku.
Donald Trump segði annars í síni setanarrøðu í gjár, at hann ætlar sær at gera USA til fremsta olju- og gassframleiðandi landið í heiminum. -Vit fara at bora og aftur bora. Vit fara at fylla goymslurnar aftur og útflyta orku til allan heimin. Vit fara at gerast ein rík tjóð aftur, og tað er flótandi gullið í okkara undirgrund, sum fer at hjalpa okkum við tí.
Eygleiðarar siga, at Trump fer lætt um sannleikan, tí seinastu 10 árini hevur USA framleitt alla ta olju, sum landið hevur havt tørv á. Tí er ikki tørvur á at seta landið í orkuundantaksstøðu. Í 2023 gav Biden forseti eisini grønt ljós til heilt nógv nýggj olju- og gassloyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald