Uttanlands

Trump umhugsar at leggja seg út í oljuprískríggið

Ætlar sær ikki at standa og hyggja at, meðan Saudi Arabia og Russland eru farin út í eitt eirindarleyst prískríggj, sum nú hóttir amerikonsku skiferframleiðsluna

Amerikanski forsetin Donald Trump ætlar sær ikki leingi aftrat at standa og hyggja at, meðan oljuprískríggið millum Saudi Arabia og Russland hóttir við at taka grundarlagið undan amerikonsku skiferframleiðsluni. Nú umhugsar hann at leggja seg út í prískríggið.

Amerikanski forsetin Donald Trump ætlar sær ikki leingi aftrat at standa og hyggja at, meðan oljuprískríggið millum Saudi Arabia og Russland hóttir við at taka grundarlagið undan amerikonsku skiferframleiðsluni. Nú umhugsar hann at leggja seg út í prískríggið.

2020-03-20 14:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Amerikanski forsetin Donald trump fer møguliga at leggja seg út í oljuprískríggið, sum hevur tikið seg upp millum tvær av heimsins størstu oljutjóðum, Saudi Arabia og Russland.

Hann segði á fundi í gjár, at støðan er óhaldbar, nú oljuprísurin er lækkaður so mikið nógv, at marknaðurin hevur ikki verið so illa fyri í 30 ár.

Tað er greitt, at ein lágur oljuprísur hevur álvarsligar avleiðingar fyri amerikonsku skiferframleiðsluna. Longu við verandi oljuprísi hava amerikanskar skiferfyritøkur ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Lækkar hann enn meira er vandi fyri, at fleiri teirra fara á húsagang.

Greinarar vilja vera við, at Saudi Arabia og Russland við sínum oljuprískríggi í veruleikanum hava til endamál at geva amerikonsku skiferframleiðsluni veruliga kapping.

“Vit hava nógvar kreftir, sum vit kunnu brúka til at fáa oljuprísin aftur á beint”, segði Trump, sambært Bloomberg.

Amerikanski skiferídnaðurin er fangaður mitt í stríðnum millum tey bæði oljustórveldini og kom hetta serstakliga til sjóndar, tá londini ikki kundu semjast um at fremja uppaftur størri skerjingar í oljuframleiðsluni. Tá kavaði oljuprísurin av álvara. Hetta saman við coronasmittuni hevur so rakt skiferframleiðararnar í USA tvífalt hart.

Trump segði á fundinum í gjár, at støðan í Russlandi er serliga ring, tí landið er so heft at oljuframleiðsluni. Og hann heldur eisini, at støðan er sera ring fyri Saudi Arabia og segði, at tá rætta tíðin er komin, fer hann at leggja seg út í prískríggið.

Fólk í oljuídnaðinum hava heitt á Trump fyrisitingina um at finna eina diplomatiska loysn. The American Exploration and Production Council heitti fyri viku síðani á Trump um at koma vinnuni til hjálpar við at gera oljuprísin meira støðugan. Eisini formaðurin í American Petroleum Institute, Mike Sommers, hevur sambært Bloomberg heitt á forsetan um at taka upp samrøður við bæði Saudi Arabia og Russland fyri at tryggja, at marknaðurin ikki floymir yvir í olju.

Um góða viku gongur avtalan millum Opec og Russland um skerjingar út. Tá verður roknað við tí ringasta, nevniliga at fleiri lond fara at oysa olju inn á ein marknað, sum longu er á tremur við olju. Seinasta í hesum málinum er, at russiski forsetin Putin hevur langað út eftir Saudi Arabia og sagt, at hann ætlar sær ikki at draga í land nú. Tað hendir um sama mundið, sum næststørsti framleiðarin í Opec, Irak, staðiliga hevur heitt á Saudi Arabia og Russland um at taka uppaftur samráðingar um eina skerjing.

 

Keldur: Bloomberg, World Oil

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder