Innanlands

Tvær løðistøðir settar upp á Viðareiði

Á løðistøðunum er QR-kota, so til ber at gjalda uttan at hava elbil appina, og nýggi gjaldshátturin verður skjótt møguligur á øllum almennum løðistøðum, sigur Sev

(Mynd: Sev)

(Mynd: Sev)

2026-06-25 16:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Infrakervið við almennum løðistøðum er nú víðkað allan vegin norður til Viðareiðis. Tvær AC-løðistøðir eru nevniliga settar upp og til, so tað er klárt at løða, boðar Sev frá á heimasíðu síni.

Til ber eisini at løða uttan at hava elbil appina, boðar Sev frá.

Á løðistøðunum er QR-kota, sum førir teg beinleiðis til eina gjaldssíðu, har tú kanst rinda við gjaldskorti, Apple Pay ella Google Pay.

Hetta er nýggjur gjaldsháttur fyri løðing, sum heilt skjótt fer at verða møguligur á øllum almennu løðistøðunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder