Hetta boðaði norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre frá í gjár, tá hann vitjaði Oljedirektoratet. Har vissaði hann um, at báðir hesir stovnarnir hava alstóran týdning í arbeiðinum at menna norska landgrunnin víðari, bæði innan olju og gass og aðrar vinnur.
-Við hesi navnabroytingini viðurkenna vit tað týðandi arbeiði, sum hesir stovnar gera í menningini av flutningi og goymslu av CO2, havvindi og havbotnsmineralum, segði forsætisráðharrin á fundi við starvsfólkini á stovnunum.
-OD hevur t.d. kortlagt møguligar CO2 goymslur á norska landgrunninum og stuðlar Olju- og orkumálaráðnum í at leggja til rættis víðari menning av flutningi og goymslu av CO2. Haraftrat arbeiðir stovnurin eisini við møgleikanum fyri at útvinna mineral á havbotninum. Í Ptil verður m.a. gjørt eitt stórt arbeiði til tess at fáa regulverk fyri HMS fyri havvind.
-Hetta er ein søguligur dagur og ein dagur, sum vit øll fara at minnast aftur á. Nýggja heitið avmyndar ta stóru breiddina í uppgávum vit hava fingið knýtt til virksemið á norska landgrunninum segði oljustjórin Torgeir Stordal.
Hann vísti á, at OD í meira enn 50 ár hevur arbeitt hart fyri at skapa mest møgulig virði fyri samfelagið innan olju og gassvinnuna. Og seinastu árini hevur stovnurin fingið nýggjar uppgávur, sum eru knýttar til nýggjar vinnur.
-Vit hava ein landgrunn, sum er sera ríkur uppá tilfeingi. Ikki bara olju og gass, sum fara at vera framhaldandi vera tað í drúgva tíð framyvir, hava vit eisini stórar møguleikar til at goyma CO2, og vit hava góða vindorkumøguleikar. Haraftrat hava vit eisini staðfest eitt stórt mineraltilfeingi segði Stordal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald