2023-08-19 20:25
Kring alt Evropa verður kjakið um framtíðar orkuveiting raðfest høgt. Hetta er eisini galdandi fyri vinnuliga tungvektaran í Evropa Týskland. Landið gjørdi nøkur ár herfyri av at stongja síni kjarnorkuverk men trupla orkustøðan hevur fingið fleiri politikarar til at tala fyri at byggja nýggj kjarnorkuverk. Tað ætlar hægsti maður í landinum ikki at lata sær lynda.
-Tey, sum vilja hava nýggj kjarnorkuverk, hava gloymt, at tað tekur 15 ár at byggja eitt slíkt, og at tað kostar millum 15 og 20 mia. euro. Hetta segði Scholtz á einum veljarafundi í München fríggjadagin sambært E24.
Hann segði, at eitt nýtt kjarnorkuverk verður ikki veruleiki fyrr enn móti endanum á 2030-talinum, við streymprísum, sum eru tríggjar ferðir hægri enn teir, sum brúka varandi orku og sum eisini er vorðin nógv bygd út í landinum.
Aðrir flokkar so sum kristindemokratarnir CDU eins og víðgongdi flokkurin Alternativ fyri Týskland vilja hava, at miðjað verður eftir at byggja út kjarnorkuna eftir at seinastu verandi kjarnorkuverk vórðu latin aftur fyrr í ár. Eisini høgraliberali flokkurin FDP, sum er við í stjórnini, ynskir at byggja út kjarnorkuna.
Í kjakinum um kjarnorku verður m.a. víst á, at Týskland kann lata upp aftur tey trý verandi kjarnorkuverkini, sum vórðu latin aftur herfyri.