2026-04-13 14:42
Eisini Týskland ætlar at lækka avgjald á brennievni, nú kríggið í Iran hevur fingið oljuprísirnir at vaksa.
Komandi tveir mánaðirnar ætlar týska stjórnin at brúka 1,6 milliardir evrur - nærum 12 milliardir krónur - at lækka orkuavgjaldið við umleið 0,17 evrur fyri liturin, skrivar Ritzau.
Týska stjórnin ger alt fyri at at handfara trupulleikarnar, sum kríggið í Iran hevur havt við sær, segði týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz á tíðindafundi í dag.
Frammanundan hava m.a. Noreg og Svøríki boðað frá líknandi tiltøkum.
Les eisini: Noreg: Lækka avgjøld á bensin og diesel
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald