Hesaferð er tað eftirlitsmyndugleikin í Týskalandi, sum hevur tikið aftur góðkenningina av gassleiðingini, sum gongur úr Russlandi til Týskalands. Orsøkin til nýggju avgerðina eru spurningar um eigaraskap og staðfesting í sambandi við gassleiðingina.
Tað er “Germany Network Agency Bundesnetzagentur”, ið hevur steðgað góðkenningini, til eigararnir av rørleiðingini flyta úr Sveits til Týskalands. Avgerðin hevði alt fyri eitt við sær ein vøkstur í gassprísunum.
Nord Stream 2 skuldi longu havt verið tikin í nýtslu, men ymsar forðingar hava seinkað hesum. Eitt nú hevur USA undir fyrrverandi Trump forseta sett í verk boykott av fyritøkum, sum hava arbeitt við verkætlanini. Hesi setti nýggi forsetin Biden so úr gildi.
Nord Stream 2 skal annars veita gass til stóran part av Evropa og verður hann av mongum mettur sum ein hóttan móti trygdini í Vesturheiminum, tá hugsað verður um, at Putin forseti kann misbrúka hann geopolitiskt. Tað hevur hann kortini víst aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald