Innanlands

Umfatandi víðkan av fjarhitanetinum

Kongavarði er bundin í fjarhitanetið. Tað merkir, at fjarhitin nú verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometrar samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum

(Mynd: Fjarhitafelagið)

(Mynd: Fjarhitafelagið)

2023-12-07 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kongavarði er bundin í fjarhitanetið, sum nú telur 14 kilometrar í einum samanhangandi strekki. Harvið er umfatandi víðkanin av fjarhitanetinum, sum fór í gongd í 2016, liðug.

Teir 225 fjarhitakundarnir, sum búgva Undir Kongavarða, vóru í dag bundnir í restina av fjarhitanetinum. Tað merkir, at fjarhitin nú verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometrar samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum, oman í Gundadal, ígjøgnum Steinatún, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.  

- Tað er gleðiligt at síggja, at vit nú eru komin á mál við útbyggingini av fjarhitanetinum, sum vit settu sjøtul á í 2016. Hesa tíðina eru alsamt fleiri sethús, íbúðir og størri bygningar knýttir í fjarhitaskipanina, og tað fegnast vit stórliga um, sigur Sune Jacobsen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum. 

Hesi sjey árini, meðan víðkanin av fjarhitanetinum er farin fram, er talið av fjarhitakundum økt við umleið 800 brúkarum – úr gott og væl 1000 upp í gott 1800 brúkarar. Nógv er vunnið við víðkanini av fjarhitanetinum, men Sune Jacobsen letur tað ikki fara aftur við borðinum, at henda útbyggingin eisini hevur verið krevjandi fyri nógv fólk. 

- Eg takki borgarum, vinnulívi og handilslívi fyri tolsemið, øll hava víst, tá ið vit hava grivið høvuðsstaðin upp, og seinkingar havi verið í arbeiðinum, ljóðar heilsanin frá nevndarformanninum. 

[object Object](Mynd: Fjarhitafelagið)

Oljuketlarnir sløktir 
Útbyggingin er farin fram í samsvari við eina avtalu, sum eigararnir – SEV og Tórshavnar kommuna – gjørdu í einum sonevndum semjuskjali frá 2016. Tá var avtalað at leggja eina høvuðsleiðing oman í býin og út í vesturbýin m.a. við tí endamáli, at stórir bygningar skuldu kunna knýta í fjarhitanetið. Henda ætlan var seinni víðkað til eisini at fevna um økið Undir Kongavarða. 

Í hesum skiftistíðarskeiði, meðan útbyggingin er farin fram, hevur partvíst verið neyðugt at brúka olju til at veita fjarhita. Seks stórir oljuketlar vóru brúktir í fjarhitaskipanini, meðan ymisku økini í skipanini vóru bygd út og bundin saman. Tann seinasti av hesum oljuketlum var sløktur í dag, tá ið bústaðirnir Undir Kongavarða vóru knýttir í skipanina. Oljuketlarnir eru nú bert at taka til sum eykatrygd, um okkurt brek tekur seg upp í fjarhitaskipanini. 

- Í hesum sambandi loyvi eg mær at vísa á, at fjarhitaskipanin heilt frá byrjan hevur verið við til at tálma oljunýtsluni. Harvið er fjarhitin orsøkin til, at hundraðtals færri skorsteinar eru í høvuðsstaðnum í dag, sammett við ta støðuna, at eingin fjarhiti var settur í verk, staðfestir Sune Jacobsen. 

Næstu stigini 
- Vit hava nú eitt gott grundarlag at menna fjarhitan víðari við nýggjum orkumøguleikum. Harumframt eru góðir møguleikar hjá grannaløgum og býarpørtum at binda í høvuðsleiðingina, um nóg nógvir eigarar í einum øki ynskja tað, men hetta krevur eisini, at vit finna nýggjar orkumøguleikar, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.  

Eitt av næstu stigunum í útbyggingarætlanini hjá Fjarhitafelagnum er at seta upp ein elketil á Sundi, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum, at hita ein goymslutanga. Harumframt er ætlanin at halda fram við høvuðsleiðingini eftir Frælsinum, har gamli Venjingarskúlin skal umbyggjast til Fróðskaparsetur, og víðari oman á Landssjúkrahúsið. 

- Á henda hátt fáa landsstovnar í høvuðsstaðnum – nýggja Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið – gagn av fjarhitanum, sum í løtuni í høvuðsheitum er avlopsorka frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla, sigur Sune Jacobsen, nevndarformaður. 

So hvørt sum elframleiðslan gerst grønari, fæst minni avlopsorka frá Sundverkinum, sum fer at framleiða minni elorku. Tí er neyðugt at menna nýggjar hitaloysnir í fjarhitaskipanini næstu árini. Enn er tó ikki heilt greitt, nær hesi næstu stigini at útbyggja fjarhitan verða tikin, men væntandi verður ein elketil við goymslutanga klárur at taka í nýtslu á Sundi í 2025.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder