Uttanlands

Umhvørvi og klima størri raðfesting millum danir

Fimti hvør dani heldur, at umhvørvi og klima eru tey mest týðandi politisku málini í danska samfelagnum í dag. 

2023-09-04 14:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta vísir kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri Altinget og DR. 18% av teimum spurdu halda, at politikarar eiga at raðfesta ovast umhvørvi og veðurlag, sum mest týdningarmikið samfelagsspurningar í dagsins samfelag at viðgera. 

Hetta skrivar Altinget. Kanningin vísir, at einans heilsumál hava hægri raðfestin enn umhvørvi og veðurlag ella 27%. 

Undirtøkan fyri umhvørvi og klima á samfelagsstiganum er nógv økt síðani stjórnarskiftið í desember 2022, tá hon var 12%.  Vit skulu heilt aftur til 2019, sum varð kallað “veðurlagsvalið”, fyri at finna eina tilsvarandi stóra undirtøku sum í dag, nevniliga 20%. 

Kasper Møller Hansen, valgranskari og professari við Keypmannahavnar Universitet, sigur við Altinget, at orsøkin til at raðfestingin av umhvørvi og klima er vorðin so mikið høg er ógvusligi turkin, sum hevur rakt stórar partar av Evropa í summar. -Veðrið í summar hevur fingið politikararnar at umrøða klimaspurningar aftur, og tað sæst í hesi kanningini sigur Kasper Møller Hansen. 

Danska stjórnin hevur annars sagt frá, at stjórnin fer at varpa ljós á grøna orkuskiftið sum eitt av fýra málum komandi árið. Nógva kjakið, sum kom í kjalarvørrinum á útsøgnini hjá danska klimaráðharranum Lars Aagaard um, at stjórnin fer eftir einum klimapolitikki, sum skal hava undirtøku frá 80% av danska fólkinum. 

Sambært donsku klimalógini er málið ein 70% CO2 minking í 2030. Tann slóðin gerst meira týðulig nú sigur Kasper Møller Hansen. Ein orsøk til at umhvørvi og klima verða hægri raðfest nú er tann, at danski búskapurin hevur tað nógv betri enn hildið fyri einum árum síðani. Tað kann vera ein medvirkandi orsøk til, at hesi málsøki fáa størri raðfesting. 

Kasper Møller Hansen heldur sambært Altinget, at tann sannroynd, at búskapurin ikki longur hevur somu raðfesting hjá dønum, hevur gjørt sítt til at varpa meira ljós á grøna orkuskiftið.

-Fer danska stjórnin ikki at røkka sínum klimamáli fyri 2025, so er vandi fyri, at grøna trúvirðið fer at fáa eitt veruligt skot fyri bógvin, heldur Esben Schjørring, sum er politiskur stjóri á Altinget.  Hann vísir á, at tað serstakligu eru Vinstra og Moderatarnir, sum kunnu koma í trupulleikar, um grøna trúvirðið fellur, tí tá kann tað gagna flokkunum til vinstru, og vit enda við at fáa eitt reytt fleirtal aftur sigur hann. 

Hann er annars samdur í, at tað eru veðurlagsbroytingarnar serliga sunnanfyri, sum hava verið við til at flyta áskoðanina hjá døngum til eitt nú umhvørvi og klima. 


Kelda: Altinget

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder