Umhvørvisstovan hevur góðkent eina tvey ára royndarverkætlan hjá SEV at seta eitt sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund.
SEV hevur síðan 2020 gjørt royndir við at framleiða el við sjóvarfalsturbinum í Vestmannasundi. Talan er um sjóvarfalsturbinur ella drekar, ið líkjast flogførum, sum sveima uppi í sjónum.
Drekarnir, sum SEV hevur sett út, hava ein framleiðslumátt upp á 100 kW, og drekin, sum ætlanin nú er at seta út, nevndur Dragon Class D12, er væl størri, og hevur ein framleiðslumátt upp á 1,2 MW, skrivar Umhvørvisstovan.
D12 drekin er 9,8 m langur, hevur eitt veingjabreiði upp á 12 metrar og vigar 28 tons. Drekin verður settur út á uml. 72 metra dýpi, og fer at sveima í eini áttatalsrás, sum er uml. 30 x 55 metrar á einum dýpi millum 35 og 65 metrar, meðan rákið er, men hongur stillur á 8 metra dýpi í kyrrindum.
Góðkenningin, sum sæst her, er gjørd við støði í eini umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða orkuverkið, sum Havstovan hevur gjørt. Árinsmetingin viðger hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Í árinsmetingini verða árini á fisk, sjófugl, hval og kóp lýst eins og møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp.
Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur frá tí at avgerðin er almannakunngjørd, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 10. oktober, skrivar Umhvørvisstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald