Uttanlands

Ungarn: Kjarnorkuverkið í Paks koyrir aftur

Tað er eydnast at hækka vatnstøðuna í Donau so mikið, at tað slepst undan at sløkka kjarnorkuverkið heilt niður.

Tveir 80 metra langir prámar við gróti eru settir á botn í Donau ánni fyri at tryggja varnotkuverkinum í Ungarn kølivatn (Mynd: Attila Kisbenedek/AFP/Ritzau Scanpix)

Tveir 80 metra langir prámar við gróti eru settir á botn í Donau ánni fyri at tryggja varnotkuverkinum í Ungarn kølivatn (Mynd: Attila Kisbenedek/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-20 07:27 Author image
Ingi Samuelsen

Í Ungarn er tað eydnast verkfrøðingum at hækka vatnstøðuna í Donau ánni so mikið nærhendis kjarnorkuverkið Paks, at tey sleppa undan at sløkkja verkið heilt niður. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Forsætisráðharrin í Ungarn, Peter Magyar, sigur, at longu sunnudagin kann farast undir at seta gongd á nakrar av sløktu turbinunum aftur, og móti endanum av næstu viku, eru allar átta turbinurnarnar væntandi í gongd aftur.

Kjarnorkuverkið framleiðir næstan helminginum av øllum ravmagninum í Ungarn. Verkið brúkar vatn úr Donau til køling, men síðan síðst í juli hevur vatnstøðan í ánni verið ov lág til at hava fulla framleiðslu.

Verkfrøðingar hava bygt eitt slag av byrging á áarbotninum fyri av hækka vatnstøðuna nærhendis kjarnorkuverkið, skrivar dr.dk. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald