Nú um dagarnar gjørdi amerikanska stjórnin av at leggja hald á eitt oljutangaskip út fyri Venesuela. Hetta varð gjørt, tí skipið brýtur sanktiónirnar móti oljuflutningi til Iran. Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at amerikonsk herfólk hava hertikið tangaskipið. Talan er um eitt sera stórt tangaskip sigur forsetin. Hann leggur aftrat, at USA ætlar sær at leggja oljuna umborð undir seg.
![]()
Tað ljóðar, at hon hevur eitt virði uppá 100 mió. dollarar. Avgerðin at taka eitt tangaskip kemur eftir, at USA hevur søkt fleiri smærri bátar, sum helst hava havt rúsevni umborð, vil USA vera við. Amerikanski forsetin hevur eisini hótt við tiltøkum á landi í Venesuela. Í løtuni er eitt hangarskip saman við fleiri øðrum krígsskipum á leiðini uttan fyri Venesuela.
![]()
Gitt verður at USA við hesum tiltøkum roynir at koppa forsetan Maduro. Eygleiðarar halda, at ein orsøk til amerikonsku tiltøkini er eisini at fáa hendur á oljuni, sum liggur goymd í undirgrundini í Venesuela. Sum skilst liggja heimsins størstu goymslur av olju her. Stjórnin í Venesuela hevur mótmælt tiltøkunum og sigur, at hesi eru einki annað enn piratvirksemi.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald