Uttanlands

USA leggur 100% toll á kinverskar elbilar

Amerikanski forsetin Joe Biden hevur gjørt av at leggja 100% toll á elbilar innfluttir úr Kina eins og leggja 50% á bæði battaríir og sólkyknur. 

2024-05-15 12:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Tollurin skal hækka stigvíst yvir trý ár, men longu í ár byrja hækkingarnar at koma í gildi fyri bæði elbilar, sólkyknur, stál, aluminium og heilivágsútgerð. 

Tað var annars fyrrverandi forsetin Donald Trump, sum legði 25% toll á elbilar úr Kina. 

Umboð fyri Biden fyrisitingina grunda avgerðina á, at Kina letur eitt nú bilídnaðinum almennan stuðul, nakað, sum undirgrevur marknaðin. Avgerðin hjá Biden er eisini ein roynd at verja amerikanskar arbeiðarar og menna ídnaðin í USA. 

Kina hevur longu svarað aftur og sigur, at Biden tekur hetta stigið sum part av sínum valstríði, og at Kina fer at svara aftur. 

[object Object]

Tað hevur annars leingi verið hildið, at almenna Kina stuðlar eitt nú framleiðsluni av elbilum og øðrum grønum vørum, og at hetta hevur eina ójavna kapping við sær. Lond í ES hava m.a. kravt, at ES svarar Kina aftur og setir toll á vørur úr Kina. Higartil hevur ES tó ikki tikið hetta stigið. 

Vørurnar, sum USA nú nær sagt brandtollar, eru í stóran mun tær, sum verða brúktar í grøna orkuskiftinum. Tvs. at Kina við at kunna selja eitt nú vindmyllur og sólpanel bíligari ger, at eisini Evropa og USA kunnu skunda undir grøna orkuskiftið skjótari enn um talan bara var at brúka egnar framleiddar og dýrari vørur. Nú verður gitt, at nýggi tollurin kann vera við til at steðga grøna orkuskiftinum í Vesturheiminum. Tvs. at hann bæði kann gerast ein fyrimunur og ein vansi fyri politikkin hjá Biden stjórnini.  

Í USA verður eisini víst á, at stóra menningin av tøkniloysnum í Kina kann gerast ein hóttan móti trygdini í Vesturheiminum. Eitt nú hevur verið víst á, at Kina í dag situr á meginpartinum av framleiðsluni av krittiskum ráðevnum, sum verða brúkt til at fremja grøna orkuskiftið. Her hevur eitt land sum Norra tikið málið í egnar hendur og hevur givið loyvi til námsvinnu á havbotninum eftir mineralum, sum skulu minka um innflutningin úr Kina. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder