Uttanlands

USA leggur hald á fleiri oljutangaskip

Talan er higartil um trý tangaskip, sum hava siglt við olju úr Venesuela

2025-12-23 14:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Nù um dagarnar frættist, at hermenn við amerikonskum  tyrlum hava tikið tvey nýggj oljutangaskipum út fyri strondina í Venesuela.

[object Object]

USA sigur, at hetta verður gjørt, tí skipini sigla við ólógligum farmi, nú olja úr Venesuela til Iran er sanktionerað. Maduru forseti í Venesuela finst harðliga at amerikonsku tiltøkunum og sigur, at tað stríða ímóti fólkarættinum. Nú tekur eisini Kina til orðanna ímóti USA og sigur, at hetta eru brot á mannarættindini.

Eygleiðarar siga, at støðan kann vera við til at taka grundarlagið undan Maduru stjórnini, hvør búskaparliga grundarlag fyrst og fremst er útflutningur av olju. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder