Uttanlands

USA tekur seg úr avtalum viðvíkjandi veðurlagnum

Trump forseti skrivaði í gjár undir kunngerð, har USA tekur seg úr 66 felagsskapum, konvensjónum og sáttmálum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2026-01-08 07:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tikið USA úr teimum ST-stovnum, sum eitt nú skipa fyri veðurlagstoppfundum.

Hetta er galdandi fyri ST veðurlagssáttmálan, UNFCCC, sum á hvørjum ári skipar fyri veðurlagstoppfununum, kendir sum COP.

Hetta upplýsa Hvítu húsini í Washington á heimasíðuni.

Trump forseti skrivaði í gjár undir eina kunngerð, sum inniber, at USA tekur seg úr 66, felagsskapum, konventiónum og sáttmálum..

Umframt ST-veðurlagssáttmálan, hevur USA eisini tikið seg úr millumtjóða nevndini hjá ST um veðurlagsbroytingar, IPCC.

Tað var á COP toppfundinum í 2015 í Paris, at ein avtala varð gjørd, har næstan 200 lond vórðu samd um at avmarka hitavøksturin á jørðini til hægst 2,0 stig – helst undir 1,5 stig – sammmett við hitan undan ídnaðartíðini.

Tað er tó ein tíð síðani, at USA tók seg úr teirri avtaluni, skrivar dr.dk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder