Sambært bretska BBC hava amerkonsk sjóverjuskip frá The Coast Guard tikið enn eitt tangaskip, sum hevur samband við Venesuela. Hetta er aðru ferð eftir fáar dagar tað hendir. Tað var fyrr í vikuni, at USA legði hald á eitt tangaskip, sum varð farið úr Venesuela við olju.
USA hevur nú lagt hald á russiska tangaskipið Marinera í altjóða sjógvi millum Ísland og Føroyar. Skipið var ávegis úr Venesuela til Russlands. Har er tó eingin olja umborð. Greinarar spyrja nú, hví tað var neyðugt at vilja steðga hesum skipinum. USA vil vera við, at skipið hevur verið brúkt til at flyta olju úr bæði Venesuela og Iran, hvørs olja er boykottað av USA.
![]()
Russar, sum hava ein kavbát og onnur herskip í økinum, siga seg taka málið í størsta álvara. Ein talsmaður fyri stýrið í Moskva sigur sambært BBC, at russar fara ikki uttan víðari at góða tað, sum nú hendir.
Gitt verður nú um, hví amerikanarar vildu hava fatur í einum skipi, sum onga olja hevði umborð. Kann tað hugsast, at skipið, sum partur av russiska skuggaflotanum, hevur verið brúkt tll onnur endamál verður spurt í miðlunum.
Sambært KVF hevur russiska tangaskipið í Norðuratlantshavi broytt kós móti Skotlandi og hildið verður, at tað fer í skotska havn. BBC hevur roynt at fáa eina viðmerking frá bretsku stjórnini, sum tó hevur valt einki at siga í løtuni.
Seinasta nýggja er, at USA eisini hevur tikið enn eitt tangaskip út fyri Venesuela. Tað fyrra varð tikið í vikuskiftinum. Við hesum hevur USA lagt hald á ikki færri enn trý oljutangaskip við tilknýti til Venesuela og Russland.
![]()
Russiska tangaskipið Marinera, sum hevur verið á leiðunum kring Ísland og Føroyar men sum nú hevur sett kós móti Skotlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald