Uttanlands

Útbyggja gasskeldu eystan fyri Føroyar

Victory varð funnin í 1977. Nú eru útlit til, at hon verður útbygd til framleiðslu og bundin í verandi undirstøðukervið

Victory gasskeldan liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Útbygging fer at menna gassumhvørvið á Atlantsmótinum og í framtíðini møguliga vera við til at varpa ljós á økini nær føroyska markinum.

Victory gasskeldan liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Útbygging fer at menna gassumhvørvið á Atlantsmótinum og í framtíðini møguliga vera við til at varpa ljós á økini nær føroyska markinum.

2020-11-26 13:35 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Victory gasskeldan, sum nú verður útbygd til framleiðslu, liggur í gassumhvørvinum í ein norðan og vestan fyri Hetland. Har framleiða í dag fleiri keldur gass til bretska marknaðin, eitt nú Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet. Vestan fyri hesar, tætt við føroyska markið, liggja keldurnar Rosebank og Cambo, sum helst verða útbygdar í framtíðini. Tær koma at hava tørv á infrastrukturinum í gassumhvørvinum fyri eystan. 

 

Í 1977 varð gasskeldan Victory funnin á Atlantsmótinum,  miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Nú ætlar oljufelagið Corallian Energy at lata inn umsókn til bretskar orkumyndugleikar til at útbyggja hesa kelduna. Corallian, sum er eitt av teimum nýggju oljufeløgunum á Atlantsmótinum, fekk tillutað eitt nýtt leitiloyvi í økinum nærhendis Victory í seinastu 32. útbjóðingini. Og sær nú framtíðar møguleikar í hesum økinum, har gassfund eru gjørd í grannalagnum. 

 
Fleiri kanningar eru gjørdar á Victory kelduni seinastu góðu 40 árini, og Corallian nýtíst tí ikki at gera nýggjar  kanningar av undirgrundini har, áðrenn tað fer undir ætlaðu útbyggingina í 2021.
 
Sambært ætlanini verður løgd á 18 kilometrar long gassleiðing á havbotnin frá Victory, sum verður bundin í grannakelduna Edradour, ið longu framleiðir gass. Gassið frá Victory fer tá at gera brúk av stóru høvuðs gassleiðingini frá Laggan Tormore keldunum  í grannalagnum. Gassið fer til Sullom Voe í Hetlandi. Væntandi kemur fyrsta gassið frá Victory í 2024. Útbygging av Victory má sigast at vera ein menning av gassmøguleikunum á Atlantsmótinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder