
Størsti olju- og gassframleiðarin á norska landgrunninum, Johan Sverdrup, verður nú útbygt á triðja sinni. Tað skal økja um framleiðsluna við 40 til 50 mió. tunnum.
Norðmenn hava ment tøknina so mikið, at keldan í dag er tann í øllum heiminum, sum framleiðir við minst útláti. Equinor sigur, at henda útbyggingin fer ikki minst at koma tí hungrandi orkumarknaðinum í Evropa til góðar, tí hon fer at tryggja eina støðuga orkuveiting í mong mong ár aftrat. Væntandi fer framleiðslan frá hesi 3. Útbyggingini av kelduni í gongd einaferð í 2027.
Equinor hevur so eisini tikið nýggju tøknina frá vitlíki (AI) í brúk og hevur hetta gjørt útbyggingina 130 mió. kr. bíligari. Útbyggingin fer at geva arbeiði til nógvar norskar fyritøkur. Høvuðsábyrgdina av útbyggingini hevur TechnipFMC fingið tillutað fyri eitt samlað virðið uppá 5,3 mia. kr.
Norra er í dag tað landið í heiminum, sum fær mest burtur úr olju og gassinum, sum liggja í undirgrundini. Útvinningsstigið fyri Johan Sverdrup er longu methøgt við 66%. Við nýggju útbyggingini er hetta mett at røkka 75%. Fyri restina av norskari olju- og gassframleiðslu liggur útvinningsstigið uppá 47% í meðal.
Í 2024 setti Johan Sverdrup framleiðslumet við 260 mió. tunnum av olju, tað hægsta nakrantíð frá eini norskari keldu. Triðja hvør tunna av olju á norska landgrunninum kemur í dag frá Johan Sverdrup.
Tað er málið hjá Equinor at varðveita framleiðsluna av olju og gassi á norska landgrunninum fram til 2035 og í hesum sambandi hevur triðja útbyggingin av Johan Sverdrup ein týðandi leiklut.
Equinor skrivar á síni heimasíðu, at stórur dentur verða lagdur á at minka um útlátið frá bæði Johan Sverdrup og øðrum keldum, sum felagið eigur. Tað verður rikið við elorku úr landi. Hini feløgini, sum eiga í Johan Sverdrup, eru Aker BP, Petoro og TotalEnergies.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald