Stóra verkætlanin er fyribils sett á “stand by” sigur stjórin sambært Søfart. Ætlanin var annars at fara undir framleiðslu av stáltornum til offshore vindmyllur í havnini í Esbjerg. Avtala varð gjørd um byggingina í januar 2022, men nú er hon vorðin av ongum sigur havnastjórin í Esbjerg, Dennis Jul Pedersen. Ætlanin var, at havnin í Esbjerg skuldi standa fyri byggingini, meðan SM Industries skuldi gera íløgu í framleiðslugøgnini. Fyritøkan arbeiðir eisini við eini aðrari verkætlan í Rødekro og skilst, at hon nú verður raðfest fyrst.
SM Industries hevði annars ætlað at flutt framleiðsluna av tornunum frá Rødekro til Esbjerg, tí tað var vorðið ov kostnaðarmikið og torført at flyta tey 250 tons tungu og sjey metrar høgu tornini til havnina. Michael Larsen frá SM Industries útilokar tó ikki, at fyritøkan kann byggja eina verksmiðju í Esberg seinni.
Tað fær kortini ikki stórvegis avleiðingar fyri Esbjerg Havn, at verkætlanin verður av ongum nú, tí Esbjerg er longu størsta avskipingarahavn fyri vindmyllur sigur havnameistarin.
Esbjerg fer at fáa nóg mikið at gera komandi árini, nú stórar vindorkuútbyggingar verða gjørdar í Norðsjónum, har tað skulu latast vindmyllur at framleiða 10 gigawatt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald