Tað er týski ídnaðurin, sum rópar varskó og sigur, at streymprísurin er ov høgur, og at vandi er fyri, at tungi ídnaðurin í landinum gerst minni kappingarførur við onnur lond sum USA og Kina.
Til tess at bøta um hesa støðuna hevur týski veðurlagsráðharrin Robert Habeck frá teimum Grønu boðað frá, at hann fer at leggja uppskot fram um at stuðla streymi við 6% fyri kilowattíman fram til 2030. Hetta hevur fíggingarmálaráðið longu víst aftur og sigur, at rúm er ikki fyri slíkum stuðuli í budgettinum.
Scholtz sigur í hesum sambandi, at streymprísurin longu er nóg lágur í nøkrum økjum í landinum og at prísirnir í Týsklandi fara at lækka, tá varandi orka fer at vera mest brúkta orkan í Týsklandi.
Viðmerkjarar vilja annars vera við, at tað fer at vera stórur mangul uppá gass í Evropa í vetur, og at streymprísurin fer til himmals. Tað fer at skapa økta inflatión og hægri rentur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald