Korona hevur lagt nógvar forðingar á gerandisdagin og harvið eisini á ráðstevnur og messur kring allan heim. Hetta er so eisini nakað tey á Jarðfeingi hava merkt til, nú umstøður ikki hava verið fyri at fara út í onnur lond at marknaðarføra føroyska landgrunnin til oljuleiting.
Í seinastu viku vóru kortini umboð frá Jarðfeingi við á oljuráðstevnuni PETEX í London. PETEX er ein afturvendandi ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár í London, og hetta er fyrsta ráðstevnan uttanlands, sum Jarðfeingi hevur verið við á seinastu tvey árini. Við sær hesa ferð høvdu umboðini ein sølubás umframt eina dagføringsframløgu um føroyska økið.
Ráðstevnan vardi í tríggjar dagar, og mikudagin 24. november var Kate Sanderson, sendikvinna í London, og vitjaði á ráðstevnuni. Umframt at vitja á føroyska básinum hevði hon eisini høvi til at vitja aðrar landabásar, sum eins og Føroyar royna at varpa ljós á møguleikar hjá oljufeløgum at leita eftir kolvetnum í undirgrundini.
Hon hevði so eisini møguleika at skifta orð við Tim Eggar, nevndarformann hjá bretska eftirlitsmyndugleikanum, OGA, Oil and Gas Authority, sum hevði framløgu á ráðstevnuni, har hann m.a. vísti á týdningin, at tað verður hildið fram við at leita eftir kolvetnum og útbyggja olju- og gassfelt á bretska landgrunninum. Mong av hesum liggja eystan fyri føroyska markið. Umframt at vísa fram dagført tilfar um føroysku undirgrundina á føroyska básinum, hevði eitt av føroysku umboðunum, Óluva Eidesgaard, framløgu á ráðstevnuni.
Óluva Eidesgaard hevur framløgu á ráðstevnuni.
Eitt afturvendandi evni á ársins ráðstevnu, ið stórur dentur varð lagdur á, var orkuskifti skriva føroysku luttakararnir á heimasíðuni hjá Jarðfeingi.
-Sera áhugavert var at hoyra, hvussu oljuvinnan av álvara er byrjað at sameina eina røð av átøkum fyri at røkka einum nullútláti. Hetta gera tey millum annað við at sameina ymisk nýggj og minni nýggj hugskot, eitt nú CO2-goymslu. Millum annað varð nevnt, at lagt eigur at vera upp fyri CO2-goymslu longu í leitiloyvistreytunum.
Ein háttur at gera hetta, og sum longu verður gjørt ymsastaðni, millum annað í Noregi, er í beinleiðis sambandi við oljuframleiðslu, har man fyllur CO2 niður í aftur gamlar oljugoymslur. Harumframt verður eisini stórur dentur lagdur á at elektrifisera pallarnar við vindmylnuorku, har offshore-vindmylnulundir koma at fáa ein týðandi leiklut, stendur at lesa á jf.fo.
Tær tríggjar føroysku kvinnurnar frá Jarðfeingi halda eisini, at ein varislig optimisma í vinnuni var at hóma millum teir umleið 800 luttakararnar, ið møttu hvønn dag.
Høvuðsboðskapurin á føroyska básinum var annars at greiða frá “Open Door” skipanini, sum bjóðar útlendskum oljufeløgum at koma til Føroya at leita eftir kolvetnum. Somuleiðis varð greitt frá arbeiðinum hjá Jarðfeingi at tulka eitt nú seismikkdata og boridata frá føroyska økinum. Tað hevur víst seg, at stórur áhugi er millum oljufeløg at ogna sær data um føroysku undirgrundina. Her er m.a. talan um oljufeløg, sum arbeiða tætt við føroyska markið og sum hava í hyggju at fara undir útbyggingar av longu funnum olju- og gasskeldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald