Innanlands

Vatnturbinan á Strond óvirkin vegna havarí

Vatnturbinan á Strond, sum bleiv verksett 24. oktober eftir høvuðsumvæling, er nú av ókendum orsøkum aftur í ólagi skrivar SEV á síni heimasíðu  

2024-10-29 22:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Undir royndarkoyringini hendi ein maskinskaði, sum neyðugt er at kanna nærri. Turbinan verður send til Andritz Jevnaker í Noregi til kanningar og umvæling, og tískil fer vatnorkuframleiðslan á Strond at liggja still restina av árinum. 

“Turbinan hevði einans koyrt í hálvtannað samdøgur, tá skaðin hendi”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. “Tað er enn ilt at siga, hvussu leingi kanningar- og umvælingararbeiðið fer at taka.”  

Nógv vatn er í byrgingini í Strandardali, og nú eingin vatnorkuframleiðsla er, rennir vatn av byrgingini.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder