Uttanlands

Veðurlagslógin hjá Biden hongur í klønum tráð

Flaggskipið hjá amerikanska forsetanum Joe Biden, sum fevnir um grøna orkuskiftið og eina nýggja sosiala skipan fyri alt USA, hevur rent seg fast, nú ein demokratiskur senatorur hevur avgjørt ikki at atkvøða fyri lógarpakkanum.

Demokratiski senaturin úr statinum West Virginia, Joe Manchin, hóttir við at fella lógaruppskot hjá sínum partamanni Joe Biden, forseta

Demokratiski senaturin úr statinum West Virginia, Joe Manchin, hóttir við at fella lógaruppskot hjá sínum partamanni Joe Biden, forseta

2021-12-21 11:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Sunnudagin almannakunngjørdi demokratiski senatorurin Joe Manchin í høgravendu kringvarpsrásini FOX News, at hann fer ikki at taka undir við risastóra lógarpakkanum, sum Biden forseti hevur arbeitt við,  síðani hann tók fyri fyri knappum ári síðani. Senatorurin úr West Virginia hevur leingi verið ímóti fleiri av lógunum, sum Biden hevur lagt til rættis og lagt fram.

Seinasti og størsti íløgupakkin av sínum slag nakrantíð í amerikanskari søgu hevur til endamál at fara nútímansgera USA á fleiri økjum. Ein týðandi partur snýr seg um at gera íløgur í grøna orkuskiftið, soleiðis at USA aftur kann taka leiðsluna í heiminum við tiltøkum ímóti veðurlagsbroytingum. Tann leiklutin vil ikki minst progressivi parturin av demokratiska flokkinum hava, at landið skal standa fyri,  eftir at fyrrverandi forsetin Donald Trump vísti frá sær alt tos um grøna orkuskiftið. Nú er tó vandi fyri, at sjálvt grundarlagið undir veðurlagspolitikkinum hjá demokratunum kolsiglir.

Nýggi lógarpakkin miðjar so eisini móti at menna sosialu skipanirnar í USA, har m.a. amerikonsk bøn í fátækraváða skulu fáa stuðul.

Støðan í senatinum, har lógarpakkin skal til endaliga atkvøðugreiðslu, er púra jøvn. Demokratarnir og republikanararnir hava 50 senatorar hvør, men stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu er atkvøðan hjá varaforsetanum avgerandi.

Nú Joe Manchin og møguliga aðrir demokratar eisini fara at atkvøða ímóti lógini, bendir alt á, at hon fer at ikki at verða samtykt.

Konservativi senatorurin úr kolastatinum West Virginia hevur síðani demokratiska valsigurin verið nógv frammi  í politiska orðaskiftinum. Hóast demokratarnir vunnu valið og tey vinstrahallu í flokkinum fingu eitt rimmar val, so eydnaðist ikki at fáa meiriluta í senatinum, har allar lógir skulu góðkennast.

Joe Manchin sigur orsøkina til sína støðu vera, at amerikanski búskapurin tolir ikki at økja um lánibyrðuna enn meira.  Hann óttast uppaftur størri inflatión. Hann er heldur ikki samdur við tey grønu í flokkinum, sum eitt nú vilja steðga kolavirkseminum í hansara egna heimstati.

Nógv stendur á í amerikonskum politikki í løtuni. Verður hesin risastóri lógarpakkin ikki góðkendur tá verður tað eitt stórt bakkast fyri Joe Biden forseta og demokratarnar.

Altjóða miðlar skriva, at hendir hetta, so er tað eisini ein stórur ósigur fyri øll tey, sum vilja hava nakað ítøkiligt at henda í grøna orkuskiftinum. USA stendur fyri heimsins størsta útláti av CO2, og kann landið ikki ganga á odda til tess at minka um útlátið, tá verður torført at fáa onnur lond kring heimin at fara frá fossilu orkuni til meira burðadygga orku.

Millum heimsins lond, sum fylgja væl við í tí, sum hendir í USA, er eisini Danmark, har eitt nú grøna vinnan við m.a. vindmyllum, stendur klár til at økja um grøna útflutningin til USA, eftir at veðurlagslógin er komin í gildi. Nú stendur alt í óvissuni.

Biden hevur møguleika at seta í verk tiltøk innan bæði orku- og sosiala økið uttan um senatið, men tá lúrir vandin fyri, at ein komandi republikanskur forseti broytir hetta og alt er  aftur við tað gamla.

Seinasta nýggja er, at demokratiski formaðurin í Senatinum, Charles Schumer, hevur avgjørt, at hóast útlitini eru vánalig, so fer uppskotið til lógarpakka at koma til atkvøðugreiðslu í Senatinum í næstum. Um tað til ta tíð fer at eydnast Biden forseta at broyta lógarpakkan so mikið, so hann er átuligur fyri Joe Manchin, er so ein annar spurningur. Men eftir seinastu úttalilsini frá senatorinum, sum eftir øllum at døma komu púra óvart á, nú hann hevur verið í dialogi við forsetan, er tað neyvan sannlíkt.  



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder