Fyriskipararnir skriva m.a. undan tiltakinum:
"Veðurlagskreppan er ikki eitt framtíðarhugtak - vit liva í henni. Allastaðni kring heimin síggja vit oyðileggjandi árinini av veðurlagsbroytingunum á náttúru, djóra- og menniskjalív: Turkur, vatnflóðir og skógareldar herja, plantu- og djórasløg doyggja út, og grundleggjandi mannarættindi eru hótt."
Í hesum sambandi verður bjóðað til veðurlagsvalfund, har veðurlagskreppan er í miðdeplinum. Serfrøðingar og politisku valevni fara at leggja fram um átøk, náttúruvernd, bindandi veðurlagslóg, vakstrarkritikk, grøna orkuskiftið og veðurlagsrættvísi. Fundurin er á Finsen og byrjar kl. 16
Skráin er henda:
Vælkomin
Elin Sólvør á Løgmansbø ber fram røðu
Sanna Andrassdóttir Dahl lesur upp yrkingar
Bogi Hansen, havfrøðingur, hevur framløgu um veðurlagskreppuna
Pallborðskjak um veðurlagsátøk
Marjun Syderbø Kjelnæs lesur upp yrkingar
Ragnheiður Bogadóttir leggur fram um vakstrarkritikk
Pallborðskjak um náttúruvernd og vakstrarkritikk
Endabrestur við Kolbrún í Haraldsstovu
Marjun Dalsgaard er orðstýrari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald