Ein høvuðsorsøkin til at oljuframleiðslan í Venesuela liggur í andaleypi er manglandi viðlíkahaldið av undirstøðukervinum. Og orsøkin til tað er almenna yvirtøkan av øllum oljuvirksemi í landinum, har staturin hevur gjørt allar oljugoymslur og oljuøki til almenna ogn.
![]()
Hetta fekk privatu oljufeløgini a rýma og harvið eisini íløgurnar í menning av vinnuni. Nú verður hetta broytt við eini nýggjari lóg, har flestu forðingarnar hjá privatum íleggjarum verða tiknar burtur. Hetta upplýsir stjórnin.
Við hesi avgerð tekur stjórnin undir við amerikonskum krøvum. Spurningurin er so, nær altjóða oljufeløg seta kósina aftur móti Venesuela. Umboð fyri amerikonsk oljufeløg siga, at hettta er ikki bara sum at siga tað, tí undirstøðukervið er so gott sum í skeljasori. Har skal nógv gerast, áðrenn lønandi virksei kann byrja aftur.
USA hevur um somu tíð gjørt av at minka um sanktiónirnar móti oljuídnaðinum í Venesuela.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald