Hetta er tíðin, tá samráðingar eru á norska arbeiðsmarknaðinum, eitt nú í oljuvinnuni. Sambært norskum miðlum er møguleiki fyri verkfalli, sum kann raka týðandi lið í norsku olju- og gassframleiðsluni, eitt nú Mongstad terminalin og Johan Sverdrup feltið.
Vil tað illa til, so kann henda, at risastóra Johan Sverdrup verður latið aftur, gerst verkfall veruleiki. Hetta sigur Equinor í einum tíðindaskrivi í dag. Eitt verkfall kann eisini fáa avleiðingar fyri gassframleiðsluna á Troll feltinum. Tað kann eisini fáa avleiðingar fyri flutningin av gassi frá fleiri týðandi feltum so sum Kvitebjørn, Visund, Byrding, Fram og Valemon.
Gerst verkfall veruleiki kann tað koma at stegða einum triðingi av samlaðu norsku oljuframleiðsluni og 40% av gassframleiðsluni. Samanumtikið kann møguligt verkfall raka sjey olju- og gassfelt, sum framleiða 680.000 tunnur av olju og gassi um dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald