Oljutangaskipið "The Hovden Spirit" fyri akker nær hetlendsku strondini.
Koronakreppan og lági eftirspurningurin eftir olju og gassi hevur við sær, at nógva staðni kring heimin liggja oljutangaskip og bíða eftir tørni at sleppa av við sína last. Hetta hendir eisini um okkara leiðir. Í hesum døgum hava tangaskip sett kósina móti hetlendsku strondini, har tey tey liggja fyri akker nær landi, meðan tey bíða eftir, at eftirspurningur aftur er eftir teirra vørum á altjóða marknaðum.
Henda støðan hevur vakt ans í Hetlandi og verður m.a. ávarað um møguleikan fyri eini endurtøku av Braer oljuvanlukkuni við hetlendsku strondina fyri mongum árum síðani. Tá tangaskipið fór á land í ódnarveðri bóru fólk ótta fyri, at hetta gjørdist ein stór oljudálkingarvanlukka. Men so varð ikki. Mesta av oljuni, sum lak úr skipinum, upploystist í aldunum og gjørdi tí avmarkaðan skaða á djóralív og náttúru. Kortini doyði nógvur fuglur sum avleiðing av dálkingini.
Hóast hetta so eru myndugleikarnir í Hetlandi sjálvandi á varðhaldi, nú tangaskip kasta akker út fyri stendurnar, meðan tey bíða eftir at koma á marknaðin við lastini. Í løtuni verður varpað ljós á tangaskipið “The Hovden Spirit”, sum liggur út fyri hetlendsku strondina og bíðar eftir at kunna seta kós móti marknaðinum. Sigast skal tó at hesi tangaskip halda seg til tey lógarkrøv, sum eru galdandi í økinum.
Kortini halda serkøn fólk á økinum, at tað er skeivt at loyva stórum tangaskipum at liggja fyri akker í vikuvís so nær landi. Víst verður á at tangaskip sjálvandi skulu hava møguleika at kroka í ringum veðri í hetlendskum sjógvi, men hesi mugu ikki sleppa at liggja har í longri tíð, tí tey tá kunnu vera ein hóttan móti umhvørvinum og eisini fólki.
Vinnan í Hetlendi heldur ikki, at forðingar eiga at verða lagdar fyri umrøddu tangaskip, sum hava fingið lastina á Sullom Voe oljuterminalinum í Hetlandi. Oljuterminalurin hevur stóran týdning fyri Hetland. Í løtuni verður eisini bíðað í spenningi eftir, at BP skal taka støðu til, um felagið skal halda fram at brúka oljuterminalin komandi árini ella leypa hann um og fara beinleiðis á marknaðin við oljuni frá oljukeldunum vestan fyri Hetland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald